Ingilín D. Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, vil hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann, at greiða frá, hvørjar ætlanir eru í umhvørvismálaráðnum at koma plastdálking í Føroyum til lívs.
Ítøkiliga vil Ingilín D. Strøm vita, um landsstýrismaðurin hevur í hyggjuni at gera reglur fyri plastdálking frá spreingingum, umframt hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur at basa plastdálking á landi og sjógvi.
Spurningarnir eru settir landsstýrismanninum sum grein 52a spurningar, og í viðmerkingunum vísir Ingilín D. Strøm á millum annað stóru mongdina av biofiltrum, sum serliga í juni mánaði í fjør vóru at síggja fram við sjóvarmálanum kring alt landið. Eisini vísir Ingilín D. Strøm á gamalt graslíki, spreingiplast og plast frá hoyballum, sum endar sum dálking í náttúruni.
Les eisini: Vit mugu finna tann sum hevur skyldina
– Eingin lóg verjir náttúruna móti hesi dálking, sum nú er, sigur Ingilín D. Strøm.
– Plastdálking er ein stórur trupulleiki í heiminum í dag. Mett verður, at í 2050 verður meir av plasti enn av fiski í heimsins høvum, um hildið veðrur fram á sama hátt. Í dag verður bert 5 % av plasti endurnýtt, 40% erður tyrvt ella brent, og restin endar her og har - í náttúruni á landi og sjógvi.
Sum íblástur til loysn til dálkingartrupulleikar vísir Ingilín D. Strøm á nýggja norðurlendska frágreiðing, ið ger greitt, at tað ber til at minka um dálking frá spreingiplasti við 75 prosentum.
Les eisini: Sleppast kann undan plastdálking frá spreingiarbeiði