Málið um at lógfesta hassj í Danmark hevur nú verið til viðgerðar, og svarið er greitt: NEI.
Fyri tað fyrsta ber ikki til at steðga bandakríggjum við at lógfesta hash. Tað er jú ikki bert hashmarknaðurin sum er orsøkin til bandakríggj, og tað er sera góðtrúgvið at halda at lógfesting av hassj loysir henda trupulleikan.
Fyri tað næsta, verður nýtsla av hassj sett í samband við fleiri skaðilig árin. Millum annað er møgulleikin fyri ótta- og ?panikreaktioner? ella øðrum sálarligum trupulleikum, ið kunnu ávirka læringarevnini. Eisini kann hassj vera við til at gera, at fólk fáa verri við at savna seg um nakað, t.d. í ferðsluni, og kann talið av ferðsluóhappum av somu orsøk vaska nógv.
- Vit hava seinastu árini tíverri sæð ein vøkstur av skúlanæmingunum, sum eru misnýtarir av hashi, og fleiri og fleiri leita sær nú hjálp at sleppa úr sínum hash-trupulleikum. Tá ið vit standa í hesi støðu, er tað eftir mínum tykki ábyrgdarleyst at byrja at tosað um lógfesting.
Vit vita jú, at lættari tað er at koma til rúsevnini, størri verður misnýtslan. Við øðrum orðum kann lógfestingin sammetast við at stoyta benzin á bálið. Ì ríkisstjørnuni vilja vit heldur gera okkara til at sløkkja bálið, ella í øllum førum forða fyri at eldur breiður seg. Við at lógfesta hassj geva vit eisini teimum ungu skeiva fatan av hashi, og byrja tey fyrst at taka hetta evni, minkar tað um møgulleikar teirra at koma væl ígjøgnum eina útbúgving, og fáa eina góða byrjan uppá lívið sigur Jakob Alex Nielsen, heilsumálaráðharri.
Tí verður svarið: eitt greitt nei til lógfesting av hash.