Eingin landssjúkrahússtjóri situr alt skeiðið

Meðan hini bæði sjúkrahúsini hava havt sama stjóra seinastu skjótt 35 árini, hevur Landssjúkrahúsið havt 6 ymiskar stjórar seinastu 20 árini.

Heri Ellingsgaard hevur verið stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi síðani 1984. Ronnie Midjord hevur verið stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi síðani 1986. Landssjúkrahúsið hevur havt seks ymiskar stjórar síðani 1998. Hví fer Landssjúkrahúsið so illa við sínum stjórum?

 

Eingin av teimum seks seinastu stjórunum hevur sitið alt fimm ára starvsskeiðið at enda. Tveir teirra eru sendir til hús av heilsumálaráðharranum og løgmanni.

 

Avbjóðingarnar eru tær somu sum fyri 20 árum síðani. Játtanin er ov lítil, sum ger arbeiðsumstøðurnar hjá stjóranum sera torførar. Umframt at skula stríðast við landsstýrið um at fáa eina økta játtan, skal sjúkrahússtjórin tryggjað, at tænastan hjá sjúkrahúsinum livir upp til krøvini hjá borgarunum.

 

Sjúkrahússtjórin skal eisini skipað arbeiðið hjá teimum fleiri enn 800 starvsfólkunum úr 30 ymiskum fakbólkum, sum arbeiða á sjúkrahúsinum. Tað er ein kabal, sum tað krevur sum mann, ella kvinnu, at leggja.

 

Samstundis skal stjórin á Landssjúkrahúsinum tryggjað sær, at yvirlæknar og onnur ikki taka av tilboðum um betri arbeiðsumstøður í útlandinum. Onkrir serlæknar fýra ikki fyri at seta hørð krøv fyri at vera verandi. Skal sjúkrahússtjórin tá geva eftir fyri at varðveita teir í Føroyum, ella skal hann seta hart móti hørðum?

 

Allar avbjóðingarnar tykjast botna í manglandi játtan, og hevur hetta í tveimum førum kosta sjúkrahússtjóranum starvið. Men er sessurin so ein Urias-postur? Nei, heldur tykjast stjórarnir at vera sum fuglurin Føniks, sum reisti seg úr øskuni aftur. Teir eru allir farnir í stjóra- og leiðarastørv, bæði í Føroyum og uttanlands, eftir tíðina í Landssjúkrahúsinum.