? Tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum.
Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn heldur ikki, at tað fer at gera veðurtænastuna betri, um ein veðurfrøðingur verður settur í Føroyum.
Og hann vil tí heldur ikki geva teimum rætt, sum fýlast á, at veðurtíðindini, sum koma frá Dansk Meteorologisk Institutt eru so óálítandi, at tey kunnu bart út sagt ikki brúkast.
Skiparin á Sancy segði í Sosialinum týsdagin, at tað var so lítið skil á veðurforsagnunum hjá DMI, at hann er púra vísur í, at tað einaferð fer at kosta mannalív.
Og í greinini niðanfyri vísir eisini formaðurin í Meginfelag Útrórarmanna á, at føroysku veðurtíðindini eru til so lítla nyttu, at helt nógvr útróðrarmenn brúka tey slett ikki.
?Eg kann ikki geva teimum rætt, sigur Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn.
Fyri at beina allan iva av vegnum, skal sigast, at Veðurstøðin í Havn hevur nakað sum helst við forsagnirnar at gera, tí tær verða allar gjørdar á DMI í Keypmannahavn.
Men hann vísir á, at tað er sera trupult at meta um veðrið í Føroyum, tí tað er so ógvuliga ymiskt frá einum plássið til annað, og tað vita allir føroyingar.
Men hann viðgongur, at fimm daga forsagnin kann verða óneyv teir seinastu dagarnar. Men teir fyrstu 36 tímarnar passa forsagnirnar ótrúliga væl, heldur hann.
Ongin loysn
Hinvegin vísir Jógvan á Argjaboða á, at tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum, sum skal forsagnirnar ístaðin fyri DMI.
? Tað er ikki avgerandi, hvar veðurfrøðingarnir eru staddir. Tað, sum er avgerandi, er teir upplýsingar, hann hevur at gera forsagnirnar útfrá.
? Eru upplýsingarnir til taks, kann ein veðurfrøðingur í Avstralia saktans gera forsagnirnar fyri Føroyar.
? Skulu vit hava eina veruliga veðurtænastu í Føroyum, skal tað verða ein rættiligur almennur stovnur, við fleiri veðurfrøðingum, tí við einum einsamøllum veðurfrøðingi ger tað ikki stóra nyttu, tí hann arbeiðir frá átta til fimm, og skal hava feriu o.s.fr. Sostatt verður ongin tænasta, tá ið hann er burtur.
? Men tað er dýrt at gera eina veruliga veðurstøð. Og at forsagnirnar verða neyvari fyri tað, trúgvi eg onki uppá.
Jógvan á Argjaboða sigur, at nú eru tað fyri tað allarmesta teldur, sum gera forsagnirnar.
Harafturat er ein skipan, sum nevnist HIRLAM, har tað eru teldur burturav, sum gera forsagnirnar útfrá teimum upplýsingum, tær fáa.
? Tær forsagnirnar eru sera neyvar og akkurátar.
Hetta eru forsagnir fyri sjálvar oyggjarnar og tað allarnærmasta økið rundanum, nakrar heilt fáar fjórðingar út.
Og hesar forsagnirnar brúkar veðurstøðin í Havn nógv, tá ið fólk ringja at spyrja.
? Men veðurfrøðingunum dámar ikki HIRLAM, tí tað er teldurstýrt burturav og av tí sama brúka teir ikki hesa skipanina.
Men hvørja viðmerking hevur hann so til atfinningarnar frá skiparanum á Sancy, segði í Sosialinum týsdagin, at teir fóru á fiskileið tí hann segði 15-20 metrar um sekundið, men tá ið teir høvdu toga í tveir tímar, vóru tað 37 metrar um sekundið?
? Tað er ikki nógv at siga til. Henda dagin máldi Akraberg 15 metrar um sekundið av landnyrðingi klokkan 18, og 28-37 metrar um sekundið á midnátt. ? Men hetta er ein avleiðing av, at veðrið í Føroyum er so lokalt og tískil trupult at spáa um.
Tað eru eisini nógvir útróðrarmenn, sum siga, at teir heldur brúka íslendsku veðurtænastuna??Tað kann gott vera. Men tað kemur altíð fyri, at veðurforsagnirnar ikki passa heilt.
? Og tað eru eisini heilt nógvir útróðrarmenn, sum brúka okkum og eru sera vælnøgdir.
Og veðurstøðin í Havn er nógv brúkt.
? Tá ið illveður er, ringja upp til 600 fólk til telfonsvararan um døgnið, sigur Jógvan á Argjaboða.
Men hvat so við tí, sum formaðurin í MÚ sigur niðanfyri, at ein útróðrarmaður fekk einaferð veðurtíðindini fyri ein heilt skeivan dag?
? Tað var eitt óhapp av tí slagnum, sum kunnu henda tá ið vit hava við teknikk at gera. Og tað er bara hent ta einu ferðina, sigur Jógvan á Argjaboða.