Verkfalsvaktir á Sundir undir verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum fyrr í ár

Eingin loysn funnin um undantøk undir verfalli

Enn er eingin avatala gjørd um undantøk á arbeiðsmarknaðinum í sambandi við verkføll

Verkfalsvaktir á Sundir undir verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum fyrr í ár

Tað sigur Ingilín D. Strøm í svari til Helga Abrahamsen, sum setti henni ein grein 52a fyrispurning um málið.

Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, spurdi soleiðis:

– Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll?

Í svarinum vísir Ingilín D. Strøm á, at bæði verandi og undanfarna samgonga hava arbeitt við at fáa partarnar at fara í dialog fyri at finna eina loysn, ið tekur atlit til bæði tryggleika hjá borgarum og viðurkenna rættin hjá fakfeløgunum at fara í verkfall.

– Enn er eingin loysn funnin, staðfestir hon.

– Fortreytin fyri slíkum dialogi er, at hann fer fram í friðartíð. Seinasta tíðin hevur verið merkt av nógvum samráðingum og verkføllum, og tískil hevur tað ikki verið rætta tíðin at taka upp, hvussu avbjóðingarnar kunnu loysast, sigur hon.

– Ætlanin er enn at taka hetta upp til møguliga umrøðu við partarnar, men tað má verða gjørt í eini tilgongd, har tað eru partarnir, sum í felag koma til eina loysn, sigur landsstýriskvinnan.

– Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, í svari til fyrispurningin frá Helga Abrahamsen.

 

 

Verkfalsvaktir á Sundir undir verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum fyrr í ár