Síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi, hava dómadagsprædikurnar um eina eirindaleysa sentralisering verið nógvar. Og ein tann mest spennandi parturin av valúrslitinum 19. januar er, hvussu landafrøðiliga býtið verður millum teir 33 nýggju tinglimirnar.
Sambært nýggju veljarakanningini heldur spádómurin um eina miðsavning ikki. Øll sjey valdømini, sum vóru undir tí gomlu skipanini, fáa sambært kanningini á leið somu umboðan á ting.
Sum tað framgongur á talvuni, varðveita Suðuroyggin og Sandoyggin sínar ávikavist fýra og tveir tingsessir. Einasta valdømi, sum gongur aftur, er Norðoyggjar, sum missir ein sess, og einasta valdømi, sum gongur fram, er Suðurstreymoy, sum fer úr tíggju upp í 12 tingsessir.
Einasta ivamálið er millum Norðstreymoyar valdømi og Eysturoyar valdømi, við tað at ivamál er um, hvaðani sjeynda og seinasta umboð á javnaðarlistanum kemur. Andreas Petersen úr Eysturoy og Hans Pauli Strøm, sum er uppstillaður í Norðstreymoy, liggja nevniliga á jøvnum við 2,9 prosent av atkvøðunum, og tí liggja hesi bæði valdømini og togast um ein sess, sum kann gera, at Norðstreymoy kann fara úr trimum upp í fýra, meðan Eysturoyggin fer úr sjey niður í seks sessir. Men hetta er eitt einstakt mandat, sum broytir lítið uppá yvirornaðu myndina.
Samanumtikið bendir veljarakanningin á, at nýggja skipanin við einum valdømi ikki fer at broyta stórvegis uppá landafrøðiligu umboðanina, tá nýggja tingið er mannað leygarkvøldið tann 19. januar.