Selatraðarvegur 891 stendur á húsaskjøldrinum.
Eitt lítið grønt skelti við trimum tølum á, sum markerar at hesi húsini eru nr. 891 á Selatraðarvegnum. Norðasta húsið á Selatrað hevur nr. 895 og er hetta samstundis hægsta húsanummar í Føroyum. Men á hesum húsavegginum sæst kortini einki skelti.
Í roynd og veru er hesin vegurin tann longsti í Føroyum. Eingin annar vegur, og eingin onnur bygd, kemur hesum vegastrekkinum til knýggja, tá talan er um húsanummur.
Tann næsta í røðini er ein onnur bygd í grannalagnum, í somu kommunu og í roynd og veru á sama vegi - nevniliga Morskranes. Har er hægsta nummarið 496.
- Men eg veit ikki, tú. Øll vóru ikki líka hugað fyri skipanini við hesum høgu húsanumrunum. Nógv ristu við høvdinum og søgdu bara sum so: "Soleiðis gera tey í Havn!", sigur morskranesmaðurin Mortan Justesen.
Nr. 459
Tá henda skipanin við húsanumrum varð sett í gildi í Sjóvar kommunu, vendi Mortan sær persónliga til Landsverk fyri at fáa eina frágreiðing um hesa ætlanina.
Hagani fekk hann at vita, at húsanummrini eru sett upp eftir eini skipan, sum varð roknað út frá talinum av kilometrum frá Raktanga. Fyri hvørjar 10 metrar var húsanummarið økt við einum tali á báðum síðum.
Tá hann sjálvur býr á Selatraðarvegnum, og haraftrat 4590 metrar frá Raktanga, gevur húsanummarið seg sjálvt: Mortan býr á Selatraðarvegi 459.
- Teir søgdu mær, at hetta var orsøkin til høgu húsanumrini hjá okkum og á Selatrað, greiðir Mortan frá.
Mótsøgn
Mortan - og helst onnur við honum - heldur lítið um hesi høgu húsanumrini. Tey eru óneyðug.
- Hetta er bert tvætl. Eg haldi at tað virka so mótsigandi, tekur hann avgjørdur til.
Ein og hvør kann skriva bræv til onkran persón á Morskranesi ella Selatrað, og kann samstundis vera vísur í at tað kemur fram.
Postboðini kenna væl sína rutu, og vita tí hvør býr í bygdunum og í hvørjum húsi, tey búgva í.
Hann dugir kortini væl at skilja, at alt skal setast í system í heimbygdini, eins og aðrastaðni kring landið.
- Men hetta við teimum høgu húsanumrunum ... Tja, tað virkar eitt sindur øvugt í eini so lítlari bygd.
- Hugsa tær: Vit hava eitt húsanummar sum táttar væl í 500, og tá eru tað altso bert seks hús í bygdini!, sigur Mortan.
Sama ger seg galdandi á Selatrað, har tað eru nøkur og tjúgu hús, og har húsanumrini koma næstan upp í 900.
- Slíkt er eitt sindur løgið, haldi eg!
Ikki allir vegir
Eins og nevnt er aðrastaðni á síðuni er henda skipanin sett í verk fyri at lætta um, bæði hjá postboðum og øðrum ið hava tørv á nágreiniligum bústaði. Men Mortan er ikki heilt nøgdur við hesa, og hevur eitt uppskot til loysn:
Ein átti ístaðin at býtt vegin enn meiri sundur. Sum hann tekur til: - Nógvir vegir á Selatrað eita ikki Selatraðarvegur.
- Og vegurin gjøgnum Kolbanargjógv og Morskranes eitur heldur ikki Selatraðarvegur, slær hann fast.
Mortan væntar tí, at einaferð í tíðini fer hetta at verða broytt aftur til eina meiri hóskandi loysn.
- Hetta man fara at broytast, tá Skálafjarðartunnilin kemur.
Bara postnummarið
Frammanundan avgerðini um bæði veganøvn og húsanummur, varð gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði.
Og tá so húsanumrini vórðu avgjørd, vórðu íbúgvararnir ikki eftirspurdir.
- Tey allarflestu her smíltust eftir hesum, tá numrini komu.
- Fólk flestu hildu bara, at hatta mundi vera nakað sum kanónirnar í Havn vóru komnar við, sigur hann.
Men tá so skeltini við numrunum vórðu útflýggjað tí einstaka húskinum, settu tey allarflestu hesi upp beinanvegin.
Eitt heilt annað er so, um fólk brúka hesi húsanumrini. Mortan er í øllum førum ein teirra, sum ikki ger tað!
- Tá fólk skulu senda mær okkurt og biðja um adressuna, so sigi eg bert navnið á mær og síðani postnummar 496 fyri Morskranes.
- That's it, sigur Mortan.
Nummarið spillir ongan
Skipanin við veganøvnum og húsanumrum varð sett í gildi, m.a. fyri at gera tað lættari hjá eitt nú sjúkrabili at koma fram til røttu húsini til rætta tíð - eisini náttartíð!
Tað er lítil meining hjá fólki at boða frá, at tey búgva í teimum gulu húsunum niðanfyri húsini Haruppi, tá ein ókunnugur portørur kemur til bygdina í myrkri. Hvussu skal hesin finna leið eftir slíkum boðum?
- Jú, sjálvandi er henda skipanin í fínasta ordan. Tað er eitt krav um at hvørt húsið skal hava sítt nummar, fyri at hava system í. Eg haldi tó, at hetta er gingið eitt sindur ov vítt.
- Hevði tað itið frá nummar 3 upp í eini 15 hjá okkum, og kanska upp í 35 á Selatrað, so hevði eg skilt tað. Men, so segði hann: Nummarið spillir ongan!
Kilometurtal : 10 = Húsanummar
At Morskranes og Selatrað hava fingið høgstu húsanummur í landinum, kemur av eini rættiliga einfaldari skipan.
Henda skipanin er gjørd eftir tí sum Matrikulstovan kallar "Vegleiðandi mannagongd fyri kommunala adressutilluting". Eftir hesi mannagongd kann ein serstøk talmerking verða gjørd, um langt er millum adressurnar.
Í stuttum kann tað gerast soleiðis, at talmerkingin verður ásett sum longdin frá staðnum har vegurin byrjar við 10 metrar millumbili: Er vegurin 430 metrar langur fáa húsini á vinstru síðu automatiskt nummar 43 og á høgru síðu nr. 42 ella 44.
Henda sama mannagongdin er nýtt á Selatraðarvegnum. Um ein nullstillar tripp-teljaran á bilinum á Raktanga, har vegurin byrjar, og skalt finna Selatraðarveg nr. 895, so skal ein bert koyra 8950 metrar fyri at finna henda bústaðin.
Enn er tað bert Sjóvar kommuna sum hevur brúkt henda háttin at talmerkja adressuenar. Tað er orsøkin til høgu húsanummrini í norðastu bygdunum í kommununi.
Hægstu húsanummur í landinum
Enn er tað bert Sjóvar kommuna sum nýtir hesa serstøku skipanina við áseting av húsanumrum. Tað hevur hinvegin givið hesa talvuna við hægstu brúktu húsanumrum í landinum:
Selatrað: Selatraðarvegur (895)
Morskranes: Selatraðarvegur (496)
Strendur: Strandavegur (375)
Skáli: Skálavegur (361)
Froðba: Froðbiarvegur (308)
Tvøroyri: Sjógøta (272)
Tórshavn: Berjabrekka (213)
Trongisvágur: Trongisvágsvegur (208)
Hoyvík: Millum Gilja (179)
Øravík: Líðin (170)