1. deild menn:
Sumba-B71 1-1 (0-1)
Bæði liðini hingu við høvdinum eftir týdningarmiklu botnuppgerðina í Sumba sunnudagin.
Sumbingar vóru i ringum lag, tí teir ikki fingu øll stigini burtur úr dystinum, og sandingar fóru ónøgdir norðuraftur, tí teir enn einaferð mistu sigurin í evstu løtu.
Men B71 skal eftir støðuni á stigatalvuni verða betri nøgt við javnleikin, tí teir fáa betri livað við einum stigi enn Sumba ger.
Sandingar vóru á odda inn í yvirtíðina, tá eitt heppið mál gav Sumba javnleik. Trygvi Nielsen royndi seg við skoti úr 18 metrum, skoti skuldi ikki volt B71-málverjanum, Valdemar Nowisci trupulleikar, men rakti á vegnum móti málinum ein av spælarunum hjá B71, broytti kós, og so var málverjin fullkomiliga seldur.
Einki flog
Stórar partar av dystinum var talan um spæl, sum ofta er at síggja í botndystum. Liðini vóru merkt av, at dysturin hevði stóran týdning fyri tey. Tí vildu tey ikki gera mistøk á egnari hálvu, vóru varin í verjuspælinum, og royndu so sum frægast at spæla seg til kjansir. Ferðin var ikki høg, og ofta vóru langir bóltar sendir eftir vøllinum.
Í fyrru hálvleiki eydnaðist tað útiliðnum at koma fram um, tá teir gjørdu sær dælt av brotssparki. Dómarin gav teimum hetta brotssparkið, tá málverjin hjá Sumba, sum í seinna hálvleiki vísti sítt stóra virði, tók beinini undan einum sandingi, tá hann var ov seinur í eina takling.
Eli Hentze, sum stóra byrðu á sandoyarliðnum, skoraði úr 11 metrum, og so var frøðin stór á sandingunum.
Tað vóru fáir málmøguleikar fyrra umfarið, og sumbingar kláraðu ongantíð at svara aftur. Teir høvdu onkrar royndir, og einu ferðini var um reppið, at álopsmaðurin Birgir Jørgensen var um at gerast leysur.
Kjansir í seinna hálvleiki
Í seinna hálvleiki legði Sumba alt meira fyri í royndini at javna. Teir lupu á við nógvum fólki, og so hvørt sum dysturin leið løgdu teir minni og minni dent á verjupartin. Sandingar, sum áður hava havt kontrafótbólt sum sítt vørumerki, struku fleiri ferðir avstað og vóru nær við at gera mál.
Rúni í Soylu hevði opnan málkjans, men misnýtti, og somuleiðis høvdu Eli Hentze og Peter Ritter góðar málmøguleikar, sum teir einki fingu burtur úr. Partvís var talan um óneyvar royndir og partvís um gott málmansspæl.
Sumba kom eisini nær at gera mál, og tvær ferðir vóru sandingar um at gera sjálvmál. Hesar støðurnar uppstóðu, tá hornaspark var, og brotsteigurin hjá B71 var á tremur við spælarum. Tvær ferðir var tað sandingur, sum seinast nart við bóltin, aðru ferð endaði bólturin á tvørstongini, og aðru ferð bjargaði Nowisci sera væl.
Royndin á tvørstongina kom beint fyri leiklok, og tá sá út til, at tað ikki fór at eydnast heimaliðnum at fáa mál, hóast teir høvdu strítt fyri tí allan seinna hálvleik.
Og so var tað at Trygvi Nielsen royndi seg við skoti.
Saknaðu toppskjúttan
Sumbingar manglaðu tveir av sínum stuðulsspælarum í dystinum. Peter Jørgensen sat yvir eftir reytt kort seinasta vikuskiftið, og toppskjúttin hjá sumbingum, Veljkovic, hevði savnað sær ov nógv gul kort.
Sandingar stillaðu við liðnum, sum teir hava brúkt fleiri ferðir í ár, og Eli Hentze spældi hesaferð í álopinum saman við Rúna í Soylu. Miðverjan var aftur hesaferð mannað við Páll á Reynatúgvu, Ib Mohr Olsen og Jógvan Jón Petersen.
Sandingar, sum ætalðu at sleppa sær heilt burtur úr botninum, varðveittu munin millum seg og liðini aftanfyri, meðan sumbingar togaðu seg eitt stig longur fram og hava nú fingið um skutin á liðnum úr Fuglafirði, sum tapti botndystin móti VB.
Sumba: Fróði Mortensen ? Hallur Dam Joensen, Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Mortan í Hørg ? Spasojé Biberdzic, Jan Poulsen, Nikola Biberdzic ? René Thomsen, Birgir Jørgensen.
B71: Valdemar Nowisci ? Bjørn Thorsteinsson, Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu, Jógvan Jón Petersen, Kristian Nielsen ? Peter Ritter, Ivan Hristov, Julian Florsecu ? Eli Hentze, Rúni í Soylu.