Eingin orsøk til rumbul

   

Heðin Mortensen
formaður í mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu
????????
Síðstu dagarnar hevur dúgliga verið skrivað um broytta aldursbýtið á børnum á dagstovnunum hjá Tórshavnar kommunu. Bæði býráðspolitikarar og starvsfólk hava sagt sína hugsan, og alt gott um tað.
Vit vilja tryggja øllum børnum í kommunalu dagrøktini so góð viðurskifti sum gjørligt, og ei heldur ivast nakar í, at okkara dugnaligu starvsfólk gera sítt besta, so børnini eisini kunnu hava tað gott.
Júst tí kann tað undra, at so nógv verður gjørt burtur úr broytta aldursbýtinum, tí samanlagt snýr tað seg hóast alt bara um fimm børn. Foreldur standa óivað eisini undrandi, tí tey kenna væl ikki til annað, enn at børnini hava tað gott. Hetta er jú heldur ikki ein kollvelting av allari skipanini, men bara ein regulering, einki annað.
Sjálvandi skulu øll vera hoyrd, ikki minst starvsfólkini, men eg haldi tað vera skeivt, at farið verður út í fjølmiðlarnar at viðgera málið, heldur enn at fáa tað loyst innanhýsis, bæði politiskt og umsitingarliga. Hetta er ein spurningur um samstarv og um at fáa tosað um tingini.
Tveir av tjóðveldis-monnunum í býráðnum hava heldur ikki ligið á latu síðuni, men hava funnist dúgliga at gjøgnumførdu reguleringini. Hetta dugi eg ikki at lesa sum annað enn bíligt valagn.
Sum fyrr nevnt, situr Jógvan Arge sjálvur í mentamálanevndini og hevur verið við at sam-tykt hetta málið. Er talan um eina »skeiva avgerð«, ja, so má Jógvan vælsaktans fyrst taka í egnan barm.
Leivur Hansen hevur eisini havt møguleikar at gjørt vart við seg á rætta stað, tí hann situr í fíggjarnevndini, sum hevur viðgjørt málið í sambandi við fíggjarætlan-ina. At hann nú kemur til aðra niðurstøðu og brádliga hevur hug at profilera seg aftaná, má bara vera ein staðfesting av svøvntungum arbeiðslagi.
Eftir stendur, at bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin hava tikið undir við málinum, sum tað fyriliggur. So kunnu Jógvan og Leivur rópa og rumbla, sum teir vilja, men avgerðin er eisini teirra.
Vónandi verður málið ikki gruggað enn meira av blaðskriving, tí eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, hvørja nyttu tað skal gera. Hetta er eitt mál, ið eigur at verða viðgjørt og loyst innanhýsis. Og tað verður bert gjørt við at tosa um tingini og at samstarva um tey - ikki tað øvugta!