Teir stóru festivalarnir í summar eru allir avlýstir orsakað av korona, og nú er greitt, at enn eitt stórt tiltak verður avlýst í ár. Talan er um Ovastevnuna í Nólsoy, har 3.000 gestir plaga at vitja á hvørjum ári.
– Í Nólsoy fylgja vit sjálvandi tilmælunum frá myndugleikunum og tí er vónleyst at bjóða á ovastevnu í ár, siga fyrireikararnir í stuttari viðmerking til Tórshavnar kommunu.
Tey eru sera hørm um hetta, men gleða seg at bjóða gestum á ovastevnu 13.-15. august í 2021, verður sagt.