Tá føroyska svimjilandsliðið í summar setur kósina ímóti oyggjaleikunum í Gotlandi, sum byrja 24. juni, verður tað uttan ta stóru stjørnuna, Pál V. Joensen.
Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, boðaði í dag frá, at Pál hevur givið avboð. Orsøkin er, at kona hansara er sett at eiga um sama mundið.
Eftir FM á stuttgeil í dag varð oyggjaleikalandsliðið endaliga úttikið. Teir 11 svimjararnir, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í summar, eru hesir:
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS)
Signhild Joensen (Ægir)
Sára R. Nysted (SuSvim)
Beinta Poulsdóttir Debes (HS)
Ásbjørg Hjelm (Ægir)
Jana B. Thomsen (Ægir)
Marius Ihlen Gardshodn (HS)
Rólant Toftum (SuSvim)
Alvi Hjelm (Ægir)
Óli Mortensen (HS)
Rókur Trygvason (Ægir)