»Eingin parkering báðu megin«

Brot úr Sosialinum 10. november í 1976

 

FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI

Eirikur Lindenskov


»Hetta tvætlið er at síggja ymsa staðni í Havnini, og tað eru vaksin fólk, sum hava skrivað tað ella latið tað skrivað og ikki smábørn, sum ein kundi hildið eftir málberingini at døma. Tí tað sum hesir góðu menn meina er, at tað skal parkerast hvørgu megin, men tað tykjast teir ikki at duga at siga, og tí koma teir við hesum tvætlinum.«

Hesa viðmerkingina hevði Marius Johannesen, fyrrverandi háskúlastjóri, í Sosialinum 10. november 1976.

Orsøkin var tann, at Tórshavnar býráð hevði tikið stig til at fáa bilbukt við vaksandi parkeringsóskilinum, men málberingin á skeltunum var heldur »óheppin«.

Tað segðist eisini, at ein ávísur sakførari í Havn fór í rættin við eini parkeringsbót, hann hevði fingið, tí hann hevði bert parkerað í aðrari síðuni?

? Vit umhugsa at selja skipini, segði Ejler Jacobsen, formaður í felagnum Nótaskip, sum um hetta mundið hevði fund við landsstýrið. Felagið ynskti at fáa eina kvotu afturat upp á 5.000 tons.

? Sum støðan er nú, umhugsa fleiri skipaeigarar at selja skipini, segði Ejler Jacobsen við blaðið.

Formaður í Búskaparráðnum um hetta mundið er Johan K. Joensen. Hann sigur, at árið 1976 helst fer at roynast betri enn síðstu tvey árini: ? Útflutningurin er í ár vaksin lutfalsliga meira enn innflutningurin, men vegna stóru skipaíløgurnar verður tó helst hall á gjaldsjavnanum, segði hann.

Grikkaland er hernaðarstýrt, og Sosialurin hevur stóra mynd av Mikis Theodorakis, kenda sangaranum, sum luttók í politikki í kommunistiska flokkinum. Hann fer at flyta aftur úr Grikkalandi, tí hann og familjan eru hótt við lívinum. Hetta er eitt av mongum dømum um, at alt ikki er, sum tað eigur at vera í Grikkalandi, staðfestir Sosialurin.

Sjónleikarhúsið í Havn er í føðingardagshýri, tí 27. november í 1976 fyllir felagið 50 ár. Skitsutekningar eru góðkendar av byggimyndugleikunum, og felagið fer nú undir útbygging, so skjótt sum fíggingin er greið.

Fótbóltsárið er endað ? og TB vann FM-heitið fyri fyrstu ferð í 25 ár. Fótbóltsdeildin hjá FSF hevur ársaðalfund leygardagin og sunnudagin. Á skránni eru m. a. broytingar í kappingarreglunum. Formaðurin í fleiri ár, Poul Michelsen, tekur ikki við afturvali.

Óli Jacobsen, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur á landsfundi felagsins, at dentur má leggjast á fjarleiðirnar. Hann heldur eisini, at tankin um foredling av freimleiðsluni ofta verður gjørdur ov einfaldur.

Útvarp Føroya fer nú aftur at leingja um senditíðina. Nú fer at verða sent til kl. 21 hvørt kvøld, og í longdu skránni verða m. a. tónleikasendingar og endursendingar.