Eingin pulsur

HB stóð fyri tí, ið var vert at síggja í Gundadali í gjár, har B68 var bara so syndarliga vánaligt, og út frá dystinum ber illa til at rættvísgera, at B68 annað enn má flyta niður

Tað vóru tey, ið høvdu høgar tank­ar um B68-liðið undan hesum kapp­ingarárinum, men tað er longu langt síðani. Øll 24 landskappingin higar­til hevur verið eitt stríð rundan um niðurflytingarstrikuna, og nú vit eru farin at nærkast endanum, ligg­ur B68 undir strikuni saman við FC Suðuroy, ið hevur verið har alla tíðina.
Sum dysturin í Gundadali í gjár sá út, hevur B68 liðið ongan puls, og tað tænir hvørki felagnum ella bygdini til heiðurs, at eitt lið við so lítlum upp á hjarta verður verandi í bestu mansdeildini. Og so er tað sera torført at finna eina rættvísgerandi orsøk fyri, hví TB skuldi farið niður í 1. deild og ikki B68.
TB hevur hóast alt nakað at arbeiða víðari við, ið kann gerast betur næsta ár, meðan B68 ikki sær út til at hava nakað av tí, ið skal til. Meðan TB arbeiðir eftir eini ætlan og hevur eitt lið, ið útstrálar vilja og evni, eigur B68 einki av hesum. Har sæst einki til nakra yvirskipaða ætlan, á vøllinum er so absolutt eingin sum helst vilji, og har eru ov nógvir spælarar, ið ikki síggja út til at hava neyðugu evnini heldur.
Um tú so roynir at smoyggja einar B68-brillur við dupultari styrki upp á nøsina, var í gjár ikki tann allarminsta ábendingin um, at hetta liðið av Toftum hevði fatað, hvussu støðan í veruleikanum var. Og sjálvt um broytingar langt um leingi eru hendar í venjarasessinum, hevði tað púrt onga ávirkan henda fyrsta dystin, ið vísti eitt lið, sum bara sær út til at vera til reiðar til eitt: Niðurflyting!

Europeisk vón
HB kundi hinvegin við hálvari ferð vinna dystin í Gundadali lættliga, tí talan gjørdist ongantíð um nakran veruligan dyst. Mótstøðan var at kalla eingin, men HB megnaði av onkrari løgnari orsøk kortini ikki at fáa hol á fyri steðgin, tí møgu­leik­arnir vóru so avgjørt til tað. Og var ironiin fullkomin, hevði B68 enntá burtur úr einari einsamallari skotroynd kunnað lagt seg á odda beint fyri steðgin!
Hinvegin fekk HB í seinna hálv­leiki fýra ferðir sent bóltin inn um Hans Jørgensen, sum í B68-mál­inum var nógv frægasti maður hjá gestunum og forðaði fyri enn størri eyðmýking, enn 4-0 tapið var tað. Serliga var hann fleiri ferðir forð­ingin fyri, at HB fekk gongd á fyri steðgin.
Stutt inn í seinna hálvleik skor­aði Rógvi Poulsen til 1-0 eftir gott uppspæl í høgru síðu, og síðani økti Kristin Restorff Mouritsen til 2-0, tá hann eftir eitt hornaspark fekk fatur á bóltin og skjeyt á stongina og inn. Tey bæði síðstu málini vóru frírenningar, meðan B68-verjan stóð sum steinrunnin – fyrst Christian Restorff Mouritsen til 3-0, og so aftur lítlibeiggin við sínum seinna máli til 4-0.
Av tí at KÍ misti tvey stig í gjár, kveiktist aftur ein pinkulítil HB-vón um europeiskan fótbólt næsta ár, tí við trimum dystum og níggju stigum eftir at spæla um, er HB fýra stig aftan fyri KÍ, sum í løtuni situr á síðsta plássinum út í Europa. Møguleikin hjá HB er tó ikki bara treyt­aður av, at klaksvíkingar seta stig til, men HB skal fyrsta og fremst vinna alt sítt.