Eingin rundkoyring í miðbýnum í kvøld og í nátt

Rundkoyringin verður stongd frá klokkan 19 í kvøld til klokkan 07 í morgin

Í kvøld skulu bilar og akfør annars ikki koyra í rundkoyringini í miðbýnum í Klaksvík.

 

Klaksvíkar kommuna veit at siga, at rundkoyringin verður asfalterað liðug í kvøld, 13. november.

 

- Tískil verður rundkoyringin stongd frá klokkan 19 í kvøld til klokkan 07 í morgin.

 

Meðan asfalterað verður, og rundkoyringin í miðbýnum er stongd, verður víst til vegirnar nærindis.