Cristiano Ronaldo var ikki nøgdur við at vera vístur av vøllinum móti Írlandi. Mynd: Peter Morrison/ AP/ NTB

HM: Ronaldo reytt kort og 0-2 tap móti Írlandi

Í Írlandi var stór frøi um 2-0 sigurin, og írska landsliðið hevur framvegis ein teoretiskan møguleika at tryggja sær HM-luttøku

 

Cristiano Ronaldo var ikki nøgdur við at vera vístur av vøllinum móti Írlandi. Mynd: Peter Morrison/ AP/ NTB

Í kvøld kundu Cristiano Ronaldo og Portugal tryggjað sær HM-atgongumerkið við einum sigri á Írlandi.

 

Men, tað eydnaðist ikki, og vit kunnu siga, at tað mesta gekk galið hjá 40 ára gamla stjørnuspælaranum.

 

Tvey mál hjá Troy Parrott góvu Írlandi eina 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki í dystinum í Dublin.

 

Eftir einum tíma fóru leikarar at keglast á írsku hálvuni, og Ronaldo sló út eftir Dara O'Shea.

 

Tá dómarar høvdu hugt eftir hendingini í VAR, varð Cristiano Ronaldo vístur av vøllinum.

 

Í Írlandi var stór frøi um 2-0 sigurin, og írska landsliðið hevur framvegis ein teoretiskan møguleika at tryggja sær HM-luttøku.

 

Portugal er tvey stig frammanfyri Ungarn og tryggjar sær HM-luttøku við sigri yvir Armenia.

 

Ein javnleikur er eisini nóg mikið fyri Portugal, um Ungarn ikki vinnur á Írlandi við í minsta lagi fýra málum.

 

Hetta skrivar Verdens Gang í kvøld.

 

Cristiano Ronaldo var ikki nøgdur við at vera vístur av vøllinum móti Írlandi. Mynd: Peter Morrison/ AP/ NTB