Eingin samanlegging á hesum sinni

Eftir bygdaráðsfund í Hvalba í gjár er greitt, at tað verður eingin samanlegging millum Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu fyribils.

Eftir bygdaráðsfund í Hvalbiar kommunu í gjár er nú endaliga greitt, at tað verður eingin kommunusamanlegging millum kommunur í Suðuroy á hesum sinni.

 

Hin 15. juni var vegleiðandi fólkaatkvøða í Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu um møguliga samanlegging millum báðar kommunurnar. 

 

Í Tvøroyrar kommunu var stórur meiriluti fyri samanlegging, men soleiðis var ikki í Hvalbiar kommunu, har ein meiriluti var ímóti samanlegging.

 

Á bygdaráðsfundi í gjár viðgjørdu tey í Hvalbiar kommunu úrslitið av fólkaatkvøðuni, og eftir henda fundin er greitt, at eingin samanlegging verður á hesum sinni.

 

Tað veit www.dimma.fo, sum fylgdi fundinum í Hvalba, at siga. 

 

Fimm av teimum sjey bygdaráðslimunum í Hvalbiar kommunu vóru fyri at taka úrslitið av fólkaatkvøðuni til eftirtektar.

 

- Bygdaráðslimurin, Niels Olaf Eyvindsson, førdi fram, at gongdin í Hvalbiar kommunu er heilt vanlukkulig, og eitt nú fellur barnatalið í stórum.

 

Dimma endurgevur Niels Olaf fyri at siga, at kommunan er á veg út av eggini, sum hann tók til, og her vísti hann á, at skúlin í bygdini fer mest sum í søguna um heilt fá ár.

 

Tí helt hann, at kommunurnar - hóast úrslitið av vegleiðandi fólkaatkvøðuni - skulu leggja saman fyri at bjarga kommununi, sum hann tók til.

 

Ein annar bygdaráðslimur, Martin í Nesi, vísti á, at tað er sera átrokandi at fáa ein eldradepil í Hvalba, og hetta var eisini ein partur av semjuskjalinum millum kommunurnar.

 

##med2##

 

Martin tók sín egna pápa, sum er 98 ára gamal og illa fyri, sum dømi.

 

- Hann sleppur ikki inn nakrastaðni. Tá tú ikki sleppur inn sum 98 ára gamal, sigur tað øllum, hvussu ring støðan er á eldraøkinum, helt hann fyri.

 

Martin í Nesi helt, at hetta eftir hansara tykki eisini er ein orsøk til, at kommunurnar skuldu verið lagdar saman alt fyri eitt, so sjøtul kann setast á ein eldradepil.

 

Men, nú hevur so bygdaráðsfundurin verið í Hvalbiar kommunu, sum bíðað hevur verið í spenningi eftir, og eftir fundin er greitt, at her verður eingin samanlegging á hesum sinni.

 

 

 

Martin í Nesi, bygdaráðslimur í Hvalbiar kommunu.