- Vit fara ikki at góðtaka, at samráðingarnar um makrel verða drignar upp í samráðingarnar um fiskiveiðisáttmálarnar við Noreg og ES, sigur Jacob Vestergaard. Í komandi viku verða samráðingar millum Føroyar og ávikavist Noreg og ES um sínámillum fiskiveiðiavtalur fyri 2011.
Býtið av heildarkvotuni av makreli er ikki loyst enn og Ísland, sum er fjórða strandalandið, hevur longu tikið seg úr samráðingunum og hevur ásett sína egnu makrelkvotu fyri 2011, sum verður 17% av eini heildarkvotu upp á í mesta lagi 646.000 tons.
Eini trý samráðingarumfør hava verið millum strandalondini um makrelin, og føroyska kravið er, at Føroyar helst skulu hava eini 15% av heildarkvotuni í mun til tey sløku 5%, sum Føroyar fingu í undanfarnu avtalu.
Noreg og ES hava skotið upp, at samráðingarnar um býtið av makrelkvotuni verður uppafturtiknar, nú londini annars fara at samráðast um sínámillum fiskiveiðisáttmálar.
Noreg hevur áður brúkt tað móti Føroyum, at um vit ikki skriva undir makrelavtaluna, so skriva teir ikki undir fiskiveiðiavtaluna millum londini annars.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur, at sjálvandi er vandi fyri, at Noreg fer at seta somu krøv í ár.
- Men vit fara ikki at góðtaka, at hesi viðurskifti verða tvinnaði saman. Hetta eru hvør síni viðurskifti, og vit ætla ikki at lata okkum trýsta av norðmonnum til ein minni prosentpart av heildarkvotuni av makeli - aftur fyri, at Noreg undirskrivar fiskiveiðiavtaluna millum londini fyri 2011 annars, sigur landsstýrismaðurin.
Jacob Vestergaard sigur, at í løtuni dugir hann ikki at siga, hvussu leikur fer í samráðingunum, sum verða í vikuni sum kemur.