Nýggjársrøða løgmans
Forkvinna Sambandsfloksins hevur ikki nógvar viðmerkingar til nýggjársrøðu løgmans 2003. -Politiska støðan ger, at løgmaður hevur tað trupult við at halda hesa røðuna, tí hann fær ikki sagt nógv, og tað hevði eg heldur ikki væntað, vil Lisbeth L. Petesen vera við. Sambært henni er tað týðiligt, at løgmaður í røðuni var keddur av at fara frá, og tað hongur ikki heilt saman, heldur hon. Hon vísir á, at løgmaður sjálvur hevur skyldina av hesum.
Saknaði okkurt
Lisbeth L. Petersen leggur tó dent, at hon saknar eina rámari útlegging av trupulleikunum í ali- og rækjuvinnuni. ? Løgmaður brúkti millum annað røðuna til at vísa á, hvussu væl tað hevur gingist í føroyska samfelagnum seinasta árið, men tað er ikki heilt rætt. Vit hava jú havt stórar trupulleikar bæði í alivinnuni og í rækjuvinnuni, vísir hon á.
Lisbeth L. Petersen er heldur ikki samd við uppfatan løgmans av støðuni í almanna- og heilsuverkinum. ? Eg eri ikki samd við løgmanni í, at tað, sum er hent har, er so fantastiskt, er seinasta viðmerking hennara.