– Eingin partur hevur biðið um nakra sjófrágreiðing, og tí vænti eg ikki, at tað verður nøkur, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.
Umframt Sjóvinnustýrið kundi tryggingin biðið um eina sjófrágreiðing.
– Fyrst fara frágreiðingarnar frá skiparanum og politinum út til hoyringar. Nær nakað hendir víðari, veit eg ikki enn, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hann vil heldur ikki siga nakað um innihaldið í politifrágreiðingini ella í frágreiðingini frá skiparanum.
– Eg eri bundin av tagnarskyldu og kann einki siga um tað. Alment er tað tó komið fram, at bara fýra mans vóru við, tá ið skipið rendi á, og tað áttu at verið minst sjey. So har hendir okkurt, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum.
Tað var sunnukvøldið umleið klokkan 23, at Arctic Voyager rendi á landi norðuri á Enni í Fuglafirði. Hann slapp av aftur við egnari megi. Í gjár kom skipið til Havnar, og tað liggur nú og bíðar eftir at sleppa upp á beding hjá Mest. Men tað verður tó ikki fyrr enn teir á Mest eru lidnir við arbeiðið á Gadus, sum nú er uppi á beding. Tað verður helst í næstu viku, segði Mouritz Mohr, stjóri, við in.fo í gjár.
Lesið meira her:
Arctic Voyager á beding í Havn í næstu viku
Tøkni var ikki orsøk til óhappið
Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur