Eingin skomm at hava demens

Tíðindaskriv

Demens er sjúka, ið kann raka ein og hvønn: Høgan sum lágan, ungan sum gamlan, ríkan sum fátækan, sterkan sum veikan. Henda sjúkan spyr ikki eftir, hvør tú ert, ella hvar tú býrt, tá ið hon loypur á.

Hvat er demens
Kring heimin allan eru í dag yvir 18 milliónir fólk við demens, flestu teirra, uml. 60% við Alzheimers sjúku. Aðrar orsøkir til demens kunnu vera so mangar, eitt nú blóðtøppur í heilanum, heilaskaði eftir vanlukkutilburð, eitran av heilivágshjáárini ella rúsevnamisnýtsla. Demens er felags hugtak fyri varandi evnafrøðiligar broytingar í heilanum, ið gera, at sálarligu evnini svinna og versna so líðandi. Hetta snýr seg ikki bara minnisbrek, men um mangt annað, soleiðis at evnini at virka í gerandisdegnum verða skerd.

Demens og elli
Av teimum, ið gerast 65 ár og eldri, fáa uml. 5 % hetta brekið, og teirra millum, ið fara upp um 80 ár, rakar sjúkan uml. 20 %. Framrokningar vísa, at livialdurin økist, og tað fer at føra við sær, at enn fleiri fólk verða rakt av demens næstu 15 árini. Tí noyðast vit at fyrireika okkum nú til væntaðu støðuna, so at vit verða ikki tikin á bóli. Demens er ein av størstu heilsu- og samfelagshóttanum, hóast vit tykjast ikki geva tí gætur.

Ikki skomm
Øll kenna vit ella vita um ein hvønn, ið hevur demens. Vit eru eisini so líðandi farin at skilja og góðtaka, at hetta er ein sjúka, og at sjúklingurin skal hava ta viðgerð og ta virðing, ið vanligir sjúklingar fáa. Tað er tungt at vita, at næstu okkara broytast líðandi, og at vit missa tey spakuliga, hóast likamið framman fyri tær er óbroytt. Men tað er ikki skomm, um tey gera nakað, ið ein við fullum skili aldri hevði kunnað funnið uppá.

Sjúkugreiningin
Tað besta fyri sjúklingin er, um sjúkan verður staðfest so tíðliga sum gjørligt, tá ið fyrstu eyðkenni skapa illgruna um demens. Tá kunnu vit hjálpa teimum sjúku til eitt ríkari lív við sjúkuni, ið kann ganga yvir fleiri ár, og tey avvarðandi kunnu fáa hjálp og stuðul til at gera gerandisdagin liviligan.

Útbúgving og karmar
Tí er umráðandi, at fólk við ábyrgd, bæði lands- og kommunupolitikkarar, skapa karmarnar fyri góðari umsorgan, at starvsfólk fáa neyðuga og hóskandi útbúgving til at vera um tann sjúka, at avvarðandi fáa neyðugan kunnleika til sjúkuna og sjúkueyðkenni og fáa stuðul og samkenslu undir sjúkugongdini, soleiðis at sjúklingurin og avvarðandi fáa tað so gott sum gjørligt ta tíðina.

Norðurlendskur fundur í Havn
Í ár eru liðin 99 ár, síðan Alois Alzheimer á fyrsta sinni lýsir sjúkuna, ið seinri varð kallað upp eftir honum, 21 ár eru liðin, síðan altjóða Alzheimerfelagið varð stovnað, og føroyska felagið fylti 4 ár 9nda septembur í ár. Í næsta ár, tá ið sjúkan hevur verið kend í eitt hundrað ár, skipar føroyska felagið fyri norðulendskum fundi í Havn í juni mánað, har støðan ella leikluturin hjá avvarðandi verður høvuðsevnið.
Miðstøðin
Føroyska Alzheimerfelagið veitir fólki ráð og vegleiðing í sambandi við Alzheimers og aðrar demenssjúkur, felagið hevur heimasíðu og telefon, og alt verður viðgjørt í trúnaði. Felagið rekur eisini Miðstøðina fyri minnisveik við Dalavegin í Havn. Henda miðstøðin, ið er ein 2-ára royndarverkætlan, verður rikin við almennum stuðli, og har hendir nógv: Har er dagtilhald fyri heimabúgvandi fólk við demens, avvarðandi kunnu fáa ráð og vegleiðing í sambandi við sjúku og sjúkueyðkenni, skipað verður fyri skeiðum eftir áheitan og annað. Tey, ið starvast á miðstøðini, hava øll serútbúgving um demens. Tiltakið hevur fingið stak góða undirtøku, og nógv fólk við demens á ymiskum stigum hava sína dagligu gongd har hvønn mánadag til fríggjadag.

Altjóða Alzheimerdagur
Um kvøldið mikudagin 21nda septembur er miðstøðin opin fyri almenninginum. Klokkan 19.30-22.00 verður høvi at støkka inn á gólvið at síggja, hvussu umstøðurnar eru hjá teimum, ið vitja miðstøðina, videofilmur verður sýndur kl. 20.00, kunnað verður um demens, og kaffi verður afturvið.

Alzheimerfelagið, tlf.: 313102
Miðstøðin tlf. 318102
Heimasíða: www.alzheimer.fo