Eingin slingur í hjá NSÍ

Hóast B68 legði seg á odda og var tætt við at økja um leiðsluna, so vikaði hetta ikki NSÍ, sum í tjúgu minuttir skoraði fýra mál

Fótbóltur

B68 er botnlið, og NSÍ rennur eftir fremsta plássinum. Fyrsta hálva tíman sæst ikki nógv til, at munurin á stigatalvuni er stórur. B68 fekk hol á í 8. minutti, tá ið Julian Johnsson, sum leingi var ytsti miðvallarin í høgru, eftir diagonalsending úr vinstru, rak eitt sindur móti miðjuni, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin sigldi í handara síðunetið.
B68 fegnaðist, og næstu løtuna var tvær ferðir um reppið, at teir fingu meiri at fegnast um. Teir royndu at spæla heldur enn at sparka, bólthaldarin hevði fleiri møguleikar at spæla, og í løtum eydnaðist tað teimum heilt væl.
Hendrik Rubeksen, sum var grammur í 1. hálvleiki, fekk tvær ferðir møguleikan, men Jens Martin Knudsen var honum ov boysin.
So var tað, at tað fór at síggjast alt meiri til, at NSÍ telist millum oddaliðini. Christian Høgni Jacobsen var støðug hóttan fyri B68 verjuna, miðvøllurin stóð seg væl, Helgi L. Petersen arbeiddi væl, og Jens Martin var tryggur aftasti skansi.
Óli Hansen stútaði til 1-1, tá ið hálvur tími var farin. B68 verjan megnaði ikki at halda honum, hóast frísparksframleggingin sigldi einar 35 metrar í brotsteigin. Og minuttin undan hvíldini fekk NSÍ málið, sum vísti seg at vera mønustingurin hjá toftamonnum. Talan var um stórt mistak í B68 miðverjuni, tá Kári Hansen totalkiksaði, og so gjørdist Óli Hansen púra leysur.

Sløktu kontaktina
Beinanvegin eftir steðgin fekk NSÍ eitt mál afturat. So var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at verða. Sonni L. Petersen skoraði mál til 3-1. B68 misti í roynd at byggja upp í høgru, Christian Høgni Jacobsen spældi til Sonna, sum úr átjan metrum sendi upp um B68 málverjan og upp undir nettakið.
Christian Høgni skoraði sjálvur til 4-1, tá ið ein tími var farin. Hann sneiddi framvið afasta verjuspælaranum, sum dómarin metti gjørdi brotsspark. Tórður Thomsen hálvbjargaði royndini hjá Christian Høgna úr ellivu metrum, men landsliðsmaðurin var fyrstur á returinum.
Tveir minttir seinni varð NSÍ stórsigurin staðfestur. Viggo Johannesen rann fram í hornasparksinnlegg úr vinstru og stýrdi við høvdinum bóltin í B68 málið.
Síðsta hálva tíman var eingin ivi um, at tað var NSÍ, sum er topplið, og at tað er B68, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflytingini. NSÍ hevði stórt yvirskot, og spælararnir hildu høvdið kalt. B68 spælararnir tóktist ikki hava nógva orku, og tað sigur ikki so lítið, at teir síðstu sjey minuttirnar, tá ið alt langt síðani var avgjørt, fingu fýra gul kort!