VÍF ? Tjaldur
38-23 (17-12)
Ongantíð var nakar sum helst ivi um, hvønn veg dysturin mikukvøldið fór at halla. Til var munurin á liðunum báðum alt ov stórur.
Vestmenningar gjørdu skjótt av, og eftir fáum minuttum fingu teir skapt sær eina trygga leiðslu. Leiðsluna hildu teir fast um allan fyrra hálvleik, og í seinna fingu teir sett nakað av ferð á spælið, soleiðis at talan at enda varð um eina rættuliga málveitslu hjá heimaliðnum.
Ov stórur munur
Frammanundan dystinum varð allarhelst væntandi, at vestmenningarnir skuldu fara at vinna ein greiðan sigur, við tað at himmalvíður munur hevur verið á avrik-unum hjá liðunum báðum, tað sum higartil er farið av kappingarárinum.
Sjálvsagt eigur at vera munur ímillum eitt topp- og eitt botnlið, men avrikið í Vestmanna mikukvøldið staðfesti enn einaferð, at møguliga er munurin í ferð við at gerast ov stórur.
Vestmenningar leiktu uttan Sjúrð Holm, Petur Fr. Joensen og Hjalmar Klein Olsen, eins og Bárður Nielsen, sum vanliga verjir málið, heldur ikki var við. Hóast tann miss, sum hetta átti at verið, megnaðu teir at vinda burturúr Tjaldrinum, og megnar Tjaldur ikki at gera nakað við eitt illa mannað VÍF lið, hvussu ólukkan skulu teir so gera sær vónir um at gera nakrar skreytir yvirhøvur?
Vánalig
venjingarstøða
Út frá omafyristandandi kann staðfestast, at tá Tjaldur (saman við KÍF og H71) fara á vøllin móti einum av fýra teimum ovastu liðunum, er bara eitt hjá teimum at gera, og er tað at royna at avmarka tapið.
Hetta kann á ongan hátt vera nakað serliga motiverandi fyri leikararnar, hvørki á vinnandi ella tapandi liðnum, men støðan í føroyskum hondbólti er í løtuni, so er og verður tað soleiðis.
Heldur ikki er líkt til, at venjingarstøðan hjá lágt staddu liðunum er nóg góð. Í hvussu so er, tykist tað soleiðis, at tað hjá lægru staddu liðunum er meira vanligt, at leikarar fara at deilast inn á dómarar eins og mót- og viðleikarar.
Mikukvøldið stóð Elias Hansen so fyri skotum, tá hann, eftir at hava fingið ein stoyt frá mótspælara, fullkomiliga misti tamarhaldið á sær sjálvum. Reytt kort frá dómarunum og leikbann til komandi dystin varð úrslitið av hesum. Orsøkin kann sjálvsagt eisini vera, at hetta er orsakað av frustratión, við tað at munurin tá var somikið stórur, men slíkar hendingar koma meira javnan fyri, tá venjingarstøðan ikki er nóg góð. Í hvussu so er, hoyrir slíkur atburður ikki heima á einum ítróttarvølli, og er bert at vóna, at leikarar fyrr ella seinni taka vi læru av hesum.
Dysturin í tølum:
VÍF: Johny Joensen 9, Ingi Olsen 8 (1), Martin Hummeland 7, Sámal Joensen 4, Harald Bjørgvin 4, Agnar Joensen 4, Eli Müller 1, Ragnar Zachariasen 1
Tjaldur: Pole Hansen 6, Súni Fríði Johannesen 5 (1), Sverri Justinussen 4, Dánjal Hansen 3, Mortan Hansen 3, Tummas Magnussen 1 (1), Elias Hansen 1
Brotskøst: VÍF 1, Tjaldur 2
Útvísingar: VÍF 3, Tjaldur 4
Diskvalikifikatión: Tjaldur 1
Dómarar: Hanus Kúrberg og Hans Thomassen