Eingin tekur Stjørnuna

Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum eisini at fáa hendur á hondbóltsgreipuni. Eftir sigurin á Kyndli týskvøldið hava kvinnurnar hjá Stjørnuni tó mest sum tryggjað sær, at meistaraheitið eftir øllum at døma endar har norðuri

Jákup Mørk


Kyndil-Stjørnan 18-25

(8-15)


Hetta varð triðja ferðin innan góðar tvær vikur at føroyameistararnir frá seinasta kappingarárið skuldu hitta stjørnuliðið, sum hevur ligið á odda meginpartin av inniverandi kappingarárið.

Teir báðir seinastu dystirnir vórðu heldur óvæntað endaðir við sigri til havnarliðið, og spurningurin var tískil, um tað skuldi eydnast Kyndli at endurtaka bragdið.

Sum úrslitið vísir, so eydnaðist tað ikki, og hetta vóru tað fleiri orsøkir til.


Marita mundi gjørt tað aftur

Tað var nevnliga rættuliga skjótt greitt, at klaksvíksgenturnar høvdu als ongar ætlanir um at leggja seg niður fyri mótstøðuliðnum.

Fyrsti parturin av fyrra hálvleikinum var tó rættuliga javnur. Marita Hermansen byrjaði har hon slepti í seinasta dystinum, og millum annað tók hon tvey brotskøst. Hetta helt Kyndilsliðnum inni í dystinum, men tað var rættuliga sjónligt, at leikliga hevði Stjørnan greiða yvirvág.

Tað vísti seg eisini, at tá Simona Hansen endiliga fekk stillað kanónina inn, var lítið at gera hjá Maritu. Skotini sótu knallhart og dygst úti við, so eingin møguleiki var at verja fyri. Tað skal tó viðmerkjast, at tað tykist løgið, at ein somikið skotsterkur leikari sum Simona skal fáa somikið av plássið. Tað var sum hevði Kyndilsverjan einki móttrekk, tá hon kom inn móti verjuna fyri at royna seg.

Seinastu 10 minuttirnar av hesum hálvleikinum setti Stjørnan rættuliga ferð á, og tá heimaliðið longu hevði nýtt sítt time-out, fekk Bárður lítið og einki gjørt fyri at venda gongdini. Hesa løtuna broyttist støðan eisini munandi, tá Stjørnan fór frá 8-6 til 15-8.


Brendu ov nógv

Tá farið var út til seinna hálvleik, hevði Bárður tó fingið høvið at tosa við genturnar, og brádliga fór kyndilsliðið at nærkast Stjørnuni.

Leikararnir á útiliðnum tóktust heldur ikki at orka eins væl og tær á heimaliðnum, og brádliga fóru tær at fremja tekniskar villur í hópatal. Bóltar vórðu mistir, uttan at leikarar vóru undir trýstið, og fleiri ferðir fóru kyndilskvinnurnar stormandi í mótálop, uttan at klaksvíksgenturnar megnaðu at fylgja við, ella ikki vóru komnar í nóg góða verjustøðu.

Tað kom tó at kosta dýrt, at havnarliðið ikki megnaði at fáa mál í øllum hesum skjótálopum. Fleiri ferð brendu tær, tá tær vóru í fríari skotstøðu. Serliga vóru tað vengirnir, sum sviku hendan dagin, tí tað hendi meira enn tí einu ferðina, at klaksvíksgentur ikki høvdu fingið stundir at skipa seg í verjupartinum, og vengurnar vórðu leiktar fríar til skot.

Kyndil royndi seg við fýra ymsum leikarum á veinginum henda dagin, og meðan Rakul einans fekk eitt mál, fingu Semona, Palma og Frida ongantíð bóltin í netið. Hetta hóast tær høvdu nógvar møguleikar til tess.

Heldur ikki hevði Jensia nakran góðan dag inni á strikuni, har hon heldur einki mál fekk.

Hetta skal tó ikki skiljast soleiðis, at talan bert var um vánalig avrik frá omanfyri nevndu leikarum, tí Johanna stóð ein góðan dyst í stjørnumálinum, men ofta var talan eisini um vánaligar skotroyndir, sum gjørdu uppgávuna hjá henni óneyðuga lætta.

Tað sigur eisini nakað um avrikið hjá heimaliðnum, at bert fýra leikarar myndaðu málskjúttaralistan hendan dagin. Satt at siga vóru tað bert Jórun, Lotte og Ann, sum veruliga megnaðu at hótta, og fyri hesar var tað eisini stórur smeitur, at eingin Beinta Sørensen var at loysa tær av, so tær kundu hvíla seg eina løtu á beinkinum.

Móti endanum av dystinum orkaðu kyndilskvinnurnar ikki longur at halda leikferðini uppi. Royndin at taka Stjørnuna aftur hevði kostað ov nógv, og tá tapið var í eygsjón, fullu tær fullkomuliga í fátt.

Seinastu løtuna av dystinum skeyt Stjørnan fimm mál, meðan Kyndil bert fekk tað eina, og tískil gjørdist endaligi sigurin kanska nakað størri, enn lagt varð upp til.


Ikki meistarar enn

Eftir dystin fegnaðust klaksvíksgenturnar so ein skuldi trúð, at tær longu høvdu tryggjað sær FM-heitið. Matematiskt er hetta ikki vist enn, men sum úrslitini hava lagað seg, dugi eg illa at síggja, hvør skal leggja fót fyri Stjørnuni. Einasti møguleikin er helst, at tær ikki taka seinastu dystirnar í nóg stórum álvara, men hesin møguleikin tykist tó nakað fjarður.

Neistin er helst tað av hinum liðunum, sum á pappírinum hevur besta møguleikan at vinna Stjørnuna aftur. Avrikini hjá eldra havnarliðnum hava tó verið ov misjøvn ígjøgnum árið, og enn væntar teimum eisini at hitta Stjørnuna í endaspælinum.

Tann leikarin, sum mest av øllum skaraði framúr henda dagin, var helst Simona Hansen, men kortini skerst ikki burtur, at hinir leikararnir eisini stóðu seg væl. Vesna og Andrijana vildu styrkt um eitt hvørt lið í landinum, Jastrid Gullaksen stóð seg sera væl í verjupartinum, og soleiðis kundi skrivingin hildið á.

Tað skerst tó ikki burtur, at høvdu tær á heimaliðnum kent sína vitjunartíð, kudni tær gjørt uppgávuna hjá klaksvíksgentunum nakað væl torførari. Soleiðis skuldi tó ikki vera, og tá Marita ikki kundi bjarga Kyndli enn eina ferð, var talan helst um rætta vinnaran týskvøldið og helst eisini fyri kappingarárið.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Lotte Sørensen 8 (4), Jórun Ludvig 6, Ann Hansen 3, Rakul Joensen 1

Stjørnan: Simona Hansen 7, Vesna Tomajek 5 (2), Annika Ljósstein 4, Andrijana Milodanovic 3, Joan M. Joensen 2, Jastrid Gullaksen 2, Anna K. Samson 2

Brotskøst:

Kyndil 4, Stjørnan 4

Útvísingar:

Kyndil 1, Stjørnan 2

Dómarar úr StÍF:

Poli Hansen og Alexandur Johansen