HB-málið
Ítróttardómstólurin metir, at FSF enn ikki hevur lyft próvbyrðuna fyri, at hesir spælarar ikki eru í somu støðu sum Páll M. Joensen, og tí verður kravt, at hesi mál skulu viðgerast sambært líkaregluni. Hetta fyri at tryggja, at FSF ikki viðger leikarar/feløg í somu støðu á ymiskan hátt.
Men sambært teimum báðum feløgunum, so er eingin ivi um, at bæði Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún hava loyvi at spæla.
Klæmint Matras
Viðvíkjandi liðskiparanum hjá B36, sum higartil hevur spælt við í øllum lands- og steypakappingardystum hjá B36, so tykist støðan rættiliga skottrygg. Ikki minst, tí B36 her hevur eina formliga viðmerking úr FSF at halda seg til.
Eftir útvarpssending um Páll M. Joensen málið fyrr í ár varð nevnliga staðfest á heimasíðuni hjá FSF, at spæliloyvið hjá Klæmint Matras er í lagi.
Kjarnin í málinum er, at Klæmint Matras í 2000 var á venjingaruppihaldi í Watford. Til hetta varð spæliloyvið flutt, men sambært FSF við átekning um, at hetta skuldi flytast aftur 14 dagar seinni. Ein flyting, sum tó ongan tíð er gjørd av FSF.
Og tá FSF hevur framt hesa útmelding, so er B36 í roynd og veru reinsað. Sambært frágreiðing til kappingarreglurnar, so kann eitt felag ikki lastast, tá handlað verður í góðari trúgv. Við støði í útmeldingini frá FSF hevur B36 alla orsøk at halda, at viðurskiftini hjá Klæminti eru í lagi. Og tá staðfesta FSF-reglurnar, at felagið kann ikki lastast heldur ikki, hóast spæliloyvið ikki skuldi verið í lagi.
Knút V. Vesturtún
Á listanum hjá FSF yvir spælaraloyvi stendur Knút skrásettur sum heimahoyrandi í HB, har hann spældi part av kappingarárinum 1997. Til tað kappingarárið varð Knút skrivaður á listan yvir spælarar hjá HB, og er hesin listin váttaður av FSF.
Men listin hjá FSF og gyldug spælaraloyvi eru ikki tað sama, og sambært EB/Streymi, so er spælararin ongan tíð fluttur formliga úr EB/Streymi. Er hetta so, so merkir tað samstundis, at Knút V. Vesturtún skal roknast sum spælari, ið er uppvaksin og sum altíð hevur spælt fyri sama felag. Og tá nýtist ikki formligt spæliloyvi, um spælarin skal roknast sum lógligur.
Úr EB/Streymi sigur Rólant Højsted, formaður, at tey hava kannað viðurskiftini hesum viðvíkjandi til botns, og at tey eru sannførd um, at har er einki at fara eftir. So sum formaðurin tekur til, so skelva tey ikki í brókunum av seinasta úrskurðinum í málinum.