Eingin vindur tá myllurnar "skuldu" mala

Tær tríggjar vindmyllurnar, sum SEV hevur sett upp í Neshaga, eru nú alment tiknar í nýtslu og geva streym til netið hjá elfelagnum

Vindmyllur

Vindmyllurnar, sum elfelagið SEV hevur sett upp í Neshaga, eru nú "alment" farnar at mala. Men tær mólu ikki, tá ið tær "skuldu" mala seinasta fríggjamorgun, tá ið Leivur Hansen, stýrisformaður í SEV, við eina hátíðarløtu alment skuldi seta tær í gongd. Tað var eingin vindur hendan frálíka morgun, og óneyðugt er at siga, at vindur er treytin fyri, at myllurnar kunnu mala og geva streym inn á netið hjá SEV.
Væntandi er tó ikki, at vindurin í Føroyum fer sín veg med alla.
Gamla vindmyllan, sum SEV fyri umleið 12 árum siðan keypti frá Nordtank og setti upp í Neshaga, hevur malið væl hesi árini og hevur  hóast hon er nógv minni enn nýggju myllurnar  givið væl av streymi inn á netið hjá SEV.
Hóast verkætlanin við gomlu mylluni var lutfalsliga stór í mun til orkuna, hon gevur, hevur Nordtank-myllan nú malið so leingi og givið so nógvan streym, at íløgan er um at verða vunnin innaftur í spardum oljuútreiðslum.

Hátíðarløta
Seinasta fríggjamorgun skipaði SEV fyri hátíðarløtu í Neshaga, har myllurnar standa.
Umframt umboð fyri SEV, SEV-stýrið og landsstýrið, vóru eisini arbeiðstakarar við, sum hava bygt vegin út ígjøgnum Neshaga, hava lagt kaðlarnar og hava stoypt fundamentið undir myllurnar.
Tað er danska fyritøkan, Vestas, sum hevur selt SEV hesar tríggjar myllurnar, og felagið átók sær eisini at bera kostnaðin av allari uppseting.
Eftir hátíðarløtuna, har eitt nú landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, hevði sagt nøkur generell orð um orku, Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV hevði takkað arbeiðstakarum og Leivur Hansen, formaður í SEV-stýrinum, alment hevði sett myllurnar í gongd, var skipað fyri borðhaldi í matstovuni, Casablanca í Saltangará, har eini 60 fólk sótu til borðs.
Við hesum eru nú tær tríggjar nýggju vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga alment tiknar í nýtslu  og kunnu mala streym inn á netið hjá SEV, sum samstundis sparir dýrar litrar av tungolju á verkinum á Sundi.