Eingir áskoðarar til kvinnulandsdystirnar

Eftir at tilmælini frá myndugleikunum vóru broytt í dag, hevur HSF tikið avgerð um, at eingir áskoðarar kunnu vera til kvinnulandsdystirnar komandi vikuskiftið.

 

Allir tríggir dystirnir kunnu stroymast á live.hsf.fo. Kringvarpið stroymir dystin fríggjakvøldið og vísir dystin sunnudagin í sjónvarpinum. FM1 sigur eisini frá dystunum hjá Føroyum.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar – Finnland

 

Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland – Ísrael

 

Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar – Ísrael