Uppfinnsami brotsmaðurin Egon Olsen varð ferð eftir ferð settur í Vridsløselille Statfængsel í Albertslund í filmunum um Olsen-Bandan. Danmarks Radio veit at siga, at nú sita ikki longur vanligir fangar í fongslinum. Teir eru fluttir til onnur fongsul at sita.
Vridsløselille Statfængsel verður nú brúkt til útlendingar, ið ikki hava innferðarloyvi til Danmarkar, og sum bíða eftir at verða flutt av landinum aftur.
Fongslið í Albertlund lat upp í 1859 og hevði pláss fyri 241 fangum.