Einki arbeiði til nýggjar lærarar

Í Danmark verða umleið 2.000 fólk liðug við læraraútbúgvingina í summar, men nógv tey flestu fara beinleiðis í arbeiðsloysisrøðina, tí tað er einki arbeiði til teirra. Danska kringvarpið sigur, at bara 104 lærarastørv eru leys at søkja, og sostatt eru 20 nýggir lærarar til hvørt starv.

Formaðurin í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen, skilir væl, at fleiri av teimum nýggju lærarunum eru vónbrotnir, nú teir eftir øllum at døma ikki kunnu fáa arbeiði. Hann vísir á, at fyri tveimum árum síðani høvdu kommunurnar og mentamálaráðið eitt átak, har tey eggjaði ungum fólki at fáa sær læraraútbúgving. Men nú tey eru liðug, er einki arbeiði til teirra.

Anders Bondo Christensen sigur, at teir seinastu 14 mánaðirnar eru 3.500 lærarastørv niðurløgd sum avleiðing av altjóða fíggjarkreppuni.