Hospitalsskipið USNS Mercy, sum hevur verið nógv umrøtt, eftir at amerikanski forsetin boðaði frá, at hann fór at senda skipið til Grønlands, er komið til Portland í amerikanska statinum Oregon á amerikansku vesturstrondini.
Hetta merkir, halda eygleiðarar, at skipð helst fer til norðara part av Kyrrahavinum - og ikki verður sent til Arktis, sum annars hevur verið upp á tal. Donald Trump segði, at skipið skuldi taka sær av fleiri sjúkum grønlendingum.
Sagt verður um USNS Mercy, at skipið hevur 1000 seingjarpláss. Í endanum av februar fór skipið úr býnum, Mobile íAlabama, har ymiskt viðlíkahald varð gjørt.
Nú er væntandi, at skipið verður í Portlandi í nakrar mánaðir.
Spurningar hava verið settir við, um tað nakrantíð yvirhøvur var realistiskt at hugsa sær, at skipið fór til Grønlands, tá skipið ikki er ísstyrkt, og ongantíð áður hevur verið partur av nøkrum átaki í Arktis.
Hetta skrivar Ritzau í dag, og greinin er eitt nú endurgivin í Sermitsiaq.










