Sjálvstýri aftur á ting – og Fólkaflokkurin størstur

Tað vísir nýggj veljarakanning. 21 prosent siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja. Og 12 prosent siga seg ivast

Sámal Petur í Grund hevði flestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýri seinast. Hann fekk 264 persónligar atkvøður. Flokkinum restaði tá 97 atkvøður at røkka upp um tinggáttina, sum tá var 1.037 atkvøður, og sum hesaferð helst liggur nakað hægri, tí fólkatalgið er økt síðani síðsta val. Tinggáttin er 1/33 partur av atkvøðunum, sum er greiddar á valinum.

Flokkurin, sum ikki hevur verið umboðaður í Løgtiginum seinasta valskeiðið, og sum sambært næstan øllum veljarakanningum hevur ligið undir tinggáttini, verður umboðaður í Løgtinginum á valinum hósdagin. Tað vísir nýggj veljarakanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið.

 

Sambært kanningini verður Fólkaflokkurin framvegis stóri vinnarin, um henn hann tódnar nakað í mun til sera góðu veljarakanningarnar, sum flokkurin hevur havt undan valinum. Hann fær sambært kanningini 27,7 prosent, sum gevur honum 3 tingsessir afturat, tilsamans 9 tingsessir. Hann fekk á valinum seinast 18,9 prosent, so talan er um eina framgongd upp á 8,8 prosentstig.

 

Sambandsflokkurin fer úr 20 upp í  21,3 prosent, ein framgongd upp á 1,3 prosentstig, sum tó ikki broytir tingfólkatalið. Flokkurin fær 7 tingfólk.

 

Javnaðaflokkurin stendur enn til stóra afturgongd. Flokkurin fær 17,8 prosent, sum er ein afturgongd upp á 8,8 í mun til seinasta val, tá flokkurin fekk 26,6 proset. Tað merkir, at flokkurin missir 3 av sínum 9 tingsessum.

 

##med2##

Sjálvstýrið gongur eitt vet fram, 0,3 prosentstig upp á 3,1 prosent, sum er akkurát nóg mikið til ein tingsess.

 

Tjóðveldi fer úr 17,7 niður í 17,1 prosent, sum merkir, at flokkurin varðveitir sínar 6 tingsessir.

 

Framsókn fer úr 7,5 niður í 5,6 prosent, sum merkir, at flokkurin missir ein tingsess og fær 2.

 

Miðflokkurin gongur fram úr 6,6 upp í 7,3 prosent, men varðveitir sínar 2 tingsessir.

 

Kanningin vísir, at 21 prosent siga seg ikki vita, hvønn tey skulu velja, og 12 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ivast framvegis.

 

21 prosent er ein líka stórur partur, sum tey, sum siga seg velja Sambandsflokkinum og hevði verið nóg mikið til 7 tingsessir. Tað er eisini líka nógv, sum Javnaðarflokkurin og Sjálvstýri fáa tilsamans í kanningini. Hesir sjey tingsessir skulu flytast millum flokkarnar á onkran hátt – og bendir á, at nógv kann broytast, áðrenn løgtingsvalið hósdagin. Tey 12 prosentini, sum sambært kanningini hava tikið støðu, men sum framvegis ivast, er nóg mikið til 4 tingsessir.

 

##med3##

##med4##

##med5##

 

 

Sámal Petur í Grund hevði flestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýri seinast. Hann fekk 264 persónligar atkvøður. Flokkinum restaði tá 97 atkvøður at røkka upp um tinggáttina, sum tá var 1.037 atkvøður, og sum hesaferð helst liggur nakað hægri, tí fólkatalgið er økt síðani síðsta val. Tinggáttin er 1/33 partur av atkvøðunum, sum er greiddar á valinum.