Einki EM til Raul

Álopsspælarin Raul er ein legenda í sponskum fótbólti, men hann er ikki tikin út til spanska EM hópin, sum verður við í EM endaspælinum í summar. Raul hevur annars havt eitt frálíkt kappingarár í Real Madrid, har hann við sínum 18 málum hevur átt sín stóra lut í meistaraheitinum. Hóast hann hevur havt sínar upp- og niðurtúrar innan fótbóltin, so er hann við 44 málum í 102 landsdystum eisini mest skorandi spanski landsliðsspælarin í søguni.