Einki er sum sigarett nr. 13

Tíðargrein:

Stigmatiseringin av roykjarum er so øgilig, at tað nú er totalt ókey at grýta teir, ikki einans út á vegin, men av vegnum



Eg veit ikki, hvussu smart tað var, men eg fór so at party-roykja eftir at eg fekk at vita, ikki so nógv tað, at royking er heilsuskaðilig, men tí eg kendi tað sum mína liberalu skyldu at mótmæla de-normaliseringini av roykjarum.
Nú tá ið roykjarir eru koyrdir í útlegd, ikki bert frá almennum bygningum, men øllum privatum bygningum opnir fyri almenninginum, gerst tað alt truplari hjá anti-roykingar lobbyini at finna uppá “heilsu-átøk”, ið ger lívið hjá einum roykjara uppaftur meiri óliviligt.
Fyrr var tað so, at soleingi sum vit ikki volda øðrum skaða, eiga vit at sleppa at liva í frið og náðum uttan landsregulerandi virksemi. Nú, tó, er nóg mikið at hevda, at barrir og kaffistovur eru almenn støð, har vandin við passivari royking heimilar statsliga uppíblanding.
Men flest skeinkistøð eru privat, og ongin er nakrantíð vorðin tvungin inn í eina gjøgnumroykta barr ímóti sínum vilja. Grundgevingin fyri roykiforboðnum svarar til at banna flogferðir, tí hasi, ið velja at fara inn í flogførini, kunnu farast.

Um tað nakrantíð var tað, tá er tað ikki longur ein spurningur um heilsu, men (sosialdemokratiska tvangs-) ideologi. Undir øllum umstøðum eru roykjarir einasti minniluti, sum systematiskt verður skammaður og lítilsvirðaður sum samfelagsbólkur, og sum tú óskalaður kanst lýsa “skitnan” og “tvitnan” til ein veitsludøgurða.
Stigmatiseringin av roykjarum er nú so øgilig, at tað er totalt ókey at grýta teir, ikki einans út á vegin, men av vegnum. Teir sleppa ikki at ættleiða ella fostra børn og skulu finna seg í at verða genaðir at av illtonktum fólki, ið halda seg vera reinari enn rein.
Vit skulu rokna við átøkum, ið onki hava við heilsu at gera—hvørki hana hjá tubbaksfólki ella teirra hokus-pokus offrum. Vit skulu rokna við einum víðgongdum útiforboði. Og fáa eydnuleysu heilsufanatikarnir sín vilja, fært tú bót, letur tú øskuna detta á Heðinsa gongubreytir ella Sølvasa renniklæði. Roykjarir mugu finna seg í at verða diskrimineraðir ímóti av heilsuverkinum, sjálvt tá ið nikotinið onki hevur við sjálva innleggingina at gera.
Áðrenn kompletta útiforboðið kemur í gildi, fara forboðsmanikarnir at fortelja okkara vinglutu politikarum, at “vit kunnu byrja við at banna útiroyking á støðum, har børn typiskt halda til, eitt nú viðalundum og mótbrekkum í Hoyvík, tí um børnini so mikið sum bera eyga við ein roykjara, blíva tey mest sannlíkt traumatiserað fyri lívið”.

Afturat hesum fara kontrollfrikarnir at avmarka og trupla um atkomuna til tubbak við at mæla løgtinginum til, at tað bert kann keypast í apotekinum, tað veri seg í hondkeyp ella resept. Sonenvdur signal-politikkur.
Hetta er jú fullkomiliga gaggagg. Vælsignaðu, vit vita, tað er ósunt at roykja, og takk fyri tað. Tykkara leiklutur sum “upplýsari”, ikki betrari ella sosialstýrari, er tí liðugur, so... back-off!
Vit kenna vágan, og nú er tað væl upp til okkum at gera av, hvat vit gera við hesar upplýsingar. Men nei, siga hasi, vit hava valt. Tey vita betri enn vit, hvat ger okkum glað og lukkulig. Og tí, eins og íslendingurin skal tað, noyðist føroyingurin skjótt eisini á apotekið at keypa sín Prince.

Tað er nú krystallklárt, eftir fjøruti ár ella so við sosialdemokratiskum kontroll-kulturi fyri endan, at hetta, at fortelja sínum pillbýttu borgarum, hvat teir skulu gera, er eitt fatalt lyndi millum javnaðarfólk. Tey fortelja okkum, hvat vit skulu meina, hvat tolsemi er, hvat vit skulu eta, hvat at drekka, nær vit skulu skíta, ikki at roykja og ikki taka sól, uttan at hava nakran veruligan serkunnleika um fólkaræði og upplýsingartíð, føðslu, heilsu ella ítrótt.
Eftiransandi sosialisturin kemur bara ikki út úr hasi puritansku fatanini, tí noðurevropeiska lívsperspektivinum, har kropslig heilsa er tann einasti formurin fyri heilsu; og tí uttan nakra vitan ella fatan fyri okkum sum einstaklingar. Andstyggiliga jagstranin av roykjarum er serliga harðrend. Har er ongin miskunn, ongin innlivan, ikki ein farri av forstáilsi fyri at kroppurin, kanska, ikki bert er ein maskina, men at ein linnandi sigar og ein stívur gin og tonic kann hjálpa tær ígjøgnum dagin.
Men av tí at talan er um ein aktivitet, ið hersetir hendurnar, ið hevur ein doyvandi eginleika, ið linnar angist og hjálpir tær at sosialisera, er royking bara ring fyri teg.
Eg hugsi kortini, at ein Prince og ein virkandi tendrari eru meiri effektiv amboð í mun til eitt egoistiskt stakkaladýr, ið ætlar sær av einum forbergi, enn ein mannahatsk heilsuprædika supplerað við einum BMI-mátara og faldara um feskastu renniteknikkir: “Góði ikki hoppa, tú fert at føla teg frískari, og liva longri, um bara tú fert út at jogga og í song fyrr, og helst við einum mjólkasópa. Tað ber til við tí røttu rutinuni og skemanum”.

Risikoin, at vit barnsliggera borgaraskapin og vitala moralin um eginábyrgd, rínir ikki við, tí teirra kampanja ímóti royking “bjargar lív”. Eitt merkverdugt undantak ger seg tó galdandi viðvíkjandi vinstravongsins ovurbeinasemi at blanda seg uppí okkara gerandisdag og mannalív per se. Um títt dagliga yrki er at byggja bumbur og bresta tær í handlum og avísredaktiónum, íðan, tá ynskir hann at føla við tær. Hann vil “skilja”. “Hví gert tú tað, tú gert, Omar? Var tað nú neyðugt at sprongja alt Burger King í luftina”? ...
Og skiljandi konkluderar mentanarrelativistiski vongurin, “ja, nettupp, ongin friður uttan rættvísi”. Altso, at samanhangurin er palindromiskur: at av tí at órættvísi oftani elvir til yvirgang, má einhvør yvirgangsgerð botna í rættvísi. Soleiðis kann terroristurin aldri tapa, tí tess ógvusligari ógerningurin er, tess fleiri stuðlar fáa hasi, ið fremja hann—um tað so er at útrudda jødar ella bøssar. So alt meðan siðiligir borgarir verða koyrdir runt í manesjuni sum nakrir óuppdrignir lortendar, tí teir roykja, fáa hasi, ið halga sítt lív til harðskap og massadeyða, samkenslu og sína egnu ráðstevnu.

Aðramáta eru tvey orð, ið vanta í nærum hvørja ferð, vit tosa heilsu. Orðini eru njóting og hóvsemi. Tað er ikki rakettvísindi, at nógvar njótingar hava ein váða við sær; og eitt vitborið menniskja má viðurkenna báðar síðurnar av líkningini. Njóting og váði mugu javnvigast, og lyklaorðini eru hóvsemi, sjálvsásannan og eitt kensl av, at ymisk fólk og ymiskar støður eru, ja, ymisk.
Hasi, ið vilja royking og roykjarum til lívs, hava upp í saman sagt okkum, at ongin nýtur at roykja. Vit roykja bara, antin tí vit eru óbótaliga trælbundin av nikotini, ella tí vit eru forførd av óndum tubbaksfyritøkum (sum er nakað verri vrøvl, tá ið fólk hava roykt langt fyri reklamur blivu ein realitetur).
Møguleikin, at fólk velja roykin og eitt minni heilsugott lív við lægrri miðal-livialdri sum fylgju, uttan at hava verið bukað og pulað sum børn, er ikki til í verðini hjá træklemmandi heilsufrikum?
Møguleikin, at fólk frívilligt festa sær í, onkuntíð saman við øðrum roykjarum, onkuntíð ikki-roykjarum—sum jú bara elska hasa stundina saman við roykjarum uttanfyri matrikkulin—tí hetta ger tey glað, er eftir øllum at døma ringur at góðtaka?
Møguleikin, at vera fornuftigur og moralskur, hava arbeiði og børn, duga at gera kaffi, tendra telduna og eisini at skilja heilsuvandan við royking, at góðtaka hesa risiko, men allíkavæl finna 20-prinsaran fram í tíð og ótíð, er ein ov stórur fatanarligur gloypibiti hjá nøkrum?

Null-váði og null-toleransa verða promoverað mestsum í bíbilskum diskursi. Dittar nakar syndari sær at nevna “njóting” fyri síðani at manifestera tað, verður viðkomandi fyrst sektaður og potaður í eginterapeutiskan skammikrók, síðani lýstur sum veikur og ósolidariskur.
Hóvsemi? Valfrælsi? Sjálvt um slíkt er til, tá halda løgting og landsstýri ikki, at hetta er nakað, vit klára at hava tamarhald á.
Frálíkt, vit liva longri enn nakrantíð, men vit gera tað í konstantum ótta. Við hesum lag hevur tú bestan hug at gerast útoyggjafólk og liva av innfluttum reyðrøtum. Men við sama lag fer onkur frá Fólkaheilsuráðnum at avgera, at eisini hetta, bæði innflutningur og røturnar sjálvar, eru ringt fyri teg. Tessvegna er einki at siga til, at nøkur okkara siga “so til helvitis við tí”, og drekka okkum so etandi skít full.

Jú, eg veit, tað er hatta har við solidaritetinum, at eg má ansa eftir mær sjálvum, ikki drekka ov nógv reyðvín blandað við Ipren og eta kapitalistiskar feittsýrur áðrenn eg festi mær í, men heldur renna í óseksutum renniklæðum og tyggja góðkynjað brokkoli, tí annars verður tú ein stór feit heilsuútreiðsla. Argumentið er jú: “Tað er ikki bara tú, Agga, ið kemur at rinda fyri sjúkur avleiddar av áralangum reyðvínaríi, men eisini vit, so hugsa um okkum eisini.”
Men, álvaratos, tá ið landið kidnappar ein so forskammaðan stóran part av mínari lønarinntøku, er tað væl nettupp av hesum, eg kann loyva mær at liva, sum mær lystir, og at rætturin til forderv eigur at vera verðandi órørdur, og rakar ikki ráðaríkar stovns- og stovustjórar, ið goyma seg aftan fyri lættliga masseraðum tølum og bíløgdum amatør-kanningum fullvegis ábyrgdarleyst.
Um roykjarir og drekkarir eru ein so stór fíggjarbyrða fyri eitt vælferðarland so upphovnað, at tað ikki longur veit, hvat tað skal gera av sær sjálvum, íðan, tá lækka skattaprosentið og avskaffa MVG-ið, tí tá skulu hesir opinberiligu syndarir nokk sjálvir betala tað, njótilsið kanska fer at kosta teimum. So, inntil tað tíð, gevist!

Tað er problemið við null-hugsjónini: alt annað, hvussu hóvligt og gleðiligt tað enn mátti verið, verður ekstremt—og eisini eitt lógarbrot, sum so aftur leggur upp til fleiri og strangari forboð. Tað endar ongantíð.
Ella, faktiskt, tað kann enda uppá tveir mátar. Ein er, at heilsumyndugleikarnir við tíðini missa allan kredibilitet, og at ongin aftur fer at lurta eftir teimum. Hin er, at vit enda við einum trúliga bedrøviligum og reinskúraðum samfelagi, har ongin sleppur at liva soleiðis sum tey hava hug til.
Og tey einastu, ið hava tað stuttligt—um tú kanst kalla tað tað—eru hasir fariseisku kraftidiotarnir, sum nú eru ræðandi tætt uppá at hava tikið politikarnir av ræði, og stýra showinum.