Í meklarafyritøkuni, Betri Heimi, merkja tey ein vaksandi eftirspurning frá útlendingum, sum vilja keypa sær hús í Føroyum. Kára á Dunga, stjóri, fortelur, at tey í summarhálvuni dagliga fingu vitjan av ferðafólkum, sum spurdu, hvussu tey skulu fyrihalda seg, um tey skulu keypa sær hús her. Um veturin eru ikki líka nógvir fyrispurningar, men onkur einstakur er, og hesin eftirspurningurin er bara vaksandi.
- Vit hava selt til útlendingar í síðstuni. Vit selja ikki stór dýr hús í høvuðsstaðnum, men heldur hús í eitt nú Kvívík og Elduvík. Útlendingarnir keypa ofta tey smærru eldru føroysku sethúsini. Men skal mann so loyva teimum tað? spyr Kára á Dunga.
Hvørki treytir ella skipað viðurskifti
Meklarastjórin vísir á, at tað í løtuni einki krav er, sum kann forða útlendingum í at keypa ognir í Føroyum.
- Allir útlendingar kunnu keypa í Føroyum uttan nakra ávísa treyt. Nakrir seljarar siga, at teir ikki vilja hava útlendingar at keypa húsini, men í flestu førum vilja seljarar hava so nógv fyri húsini sum møguligt, og tí verður selt, sigur hon.
Kára á Dunga heldur, at mann skuldi fingið skipað viðurskifti um hesa avbjóðingina, tí ferðavinnan vindur meira og meira uppá seg, og eftirspurningurin á húsum frá útlendingum fylgir við hesum.
- Tað er so skjótt, at útlendingar kunnu koma at seta sín dám á Føroyar, tí Føroyar eru jú eitt so lítið land. Útlendingar kunnu saktans uppkeypa smáar bygdir og býlingar, og so verða húsini kanska bara brúkt ein part av árinum. Eg meini so við - ein ríkur oljusheikur kann í prinsippinum loyva sær at keypa næstan alla Sandoynna, um fólk vilja selja til hann, sigur hon.