Øll alibrúk í landinum verða kannað fýra ferðir um árið fyri ILA, og tað var ein slík rutinukanning sum staðfesti, at alibrúkið út fyri Selatrað var fongt við ILA.
Síðani hevur Bakkafrost tikið allan fiskin, sum var í teimum aliringunum.
- Vit hava kannað øll alibrúk í Sundalagnum og har umkring, men hava ikki funnið ILA í nøkrum teirra. Vit skulu kanna tey aftur í hesari vikuni fyri at tryggja, at tey ikki eru fongd við ILA, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Men hóast tey ikki hava funnið ILA í øðrum alibrúkum, vil Birna Mørkøre ikki siga, at vandin er heilt av enn.
- Vit skulu sum sagt kanna alibrúkini umaftur. Vit kanna øll alibrúk fýra ferðir um árið, og beint nú er tað intensiverað í sambandi við ILA, sum varð staðfest út fyri Selatrað, sigur Birna Mørkøre.
Tey fara fyrsta dagin at gera kanningar hjá Fiskaaling við Áir
- Tey eru í einari serligari støðu, tí tey fáa vatn av landi, so vandin fyri at tey fáa ILA er ikki so stórur, sigur Birna Mørkøre.
Hert eftirlit
Soleiðis skrivar Birna Mørkøre á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
Í yvirvøkusýnum undir vanliga eftirlitinum hjá Heilsufrøðiliga starvsstovuni er staðfest, at ILA virus av tí sjúkuelvandi slagnum HPR-del eru ávístar í aliøkinum A-80, sum er við Selatrað og sum Bakkafrost eigur. ??
Tó eru eingi tekin um at sjúkan er brotin út, talan er tí um eina subkliniska infektión.
Fiskurin sum er í A-80 við Selatrað verður nú slaktaður skjótast til ber.
Eisini grannaøkini, A-81 (Kolbeinagjógv) og A-31 (Veðranes) verða slakta skjótast til ber.
Leggjast kann afturat, at Bakkafrost valdi at skunda undir slaktingina A-80 beinanvegin illgruni var um hesa virus fyri einari góðari viku síðani.??
Mint verður á, at tað til einhvørja tíð er bannað at fiska inni á aliøkjum.
Í niðurberjingarøkjunum A-80, A-31 og A-81 er bannað at fiska í einari fjarstøðu upp á 1000 metrar at rokna frá flótandi alienleggunum.??
Eftirlitssona er ásett at fevna um øliøkini frá A-87 (Haldórsvík) og suður til A-06 (Gulin) beint sunnanvert Argir, soleiðis at hesi verða undir herdum eftirliti komandi vikurnar.??
Ávísing av ILA virus eigur at verða tikin í størsta álvara. Sannlíkt er tó, at henda ILA virus er funnin rættiliga tíðliga í tilgongdini. Hetta tí at eingi sjúkueyðkenni eru at síggja á fiskinum. Harafturat hava aliøkini rundanum Selatrað nýliga verið kannað uttan at hava ávíst hesa virus.??
Hetta, saman við góðum mannagongdum rundanum sjúkufyribyrgjandi rakstur, gevur góðar vónir um at henda virus kann niðurberjast áðrenn hon breiðir seg víðari.
Útflutningur av laksi verður ikki tarnaður av hesi ávísing. Altjóða reglur áseta, at fiskur sum er kruvdur og ikki hevur sjúkutekin, frítt kann fara á allar marknaðir, hóast hann kemur frá alibrúki har ILA er ávíst. ??
ILA virus smittar bert laks og ávís onnur fiskasløg, hevur onga ávirkan á fólkaheilsuna.