Einki ILA staðfest aftur

Landsdjóralæknin hevur kannað øll alibrúk í Sundalagnum og hevur staðfest, at einki ILA er funnið.

Landsdjóralæknin hevur kannað øll alibrúk í Sundalagnum og hevur staðfest, at einki ILA er funnið.

 

Øll alibrúk í landinum verða kannað fýra ferðir um árið fyri ILA, og tað var ein slík rutinukanning sum staðfesti, at alibrúkið út fyri Selatrað var fongt við ILA.

 

Síðani hevur Bakkafrost tikið allan fiskin, sum var í teimum aliringunum.

 

- Vit hava kannað øll alibrúk í Sundalagnum og har umkring, men hava ikki funnið ILA í nøkrum teirra. Vit skulu kanna tey aftur í hesari vikuni fyri at tryggja, at tey ikki eru fongd við ILA, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.

 

Men hóast tey ikki hava funnið ILA í øðrum alibrúkum, vil Birna Mørkøre ikki siga, at vandin er heilt av enn.

 

- Vit skulu sum sagt kanna alibrúkini umaftur. Vit kanna øll alibrúk fýra ferðir um árið, og beint nú er tað intensiverað í sambandi við ILA, sum varð staðfest út fyri Selatrað, sigur Birna Mørkøre.

 

Tey fara fyrsta dagin at gera kanningar hjá Fiskaaling við Áir

 

- Tey eru í einari serligari støðu, tí tey fáa vatn av landi, so vandin fyri at tey fáa ILA er ikki so stórur, sigur Birna Mørkøre.