Einki læra vit

   

Finnbogi Ísakson
??????


Tað er tiltikið og heldur útslitið orðatiltak, at fara vit upp úr einari veit, so detta vit niður í eina aðra. At ganga eftir rygginum duga vit ikki.
Líka so lítið tykjast vit menniskju at hava ásannað, at eftir eina aksjón kemur ein reaksjón. Tá vit hava trumlað eina fatan ígjøgnum nóg leingi, fara fólk at venda sær ímóti henni, og gongdin verður tann øvuta vegin. Okkurt dømi:
Tá tað sokallaða 68-ættarliðið var í vælmaktini, var ein uppáfinningin, at tað var skeivt og komiskt at vaska sær væl, greiða sær og ganga í hampaklæðum. Hygg so í dag: nú er tað skomm at ganga skitin og tvitin og ófantaliga ílatin. Ein rættur maður gongur til dagligt í slipsi - uttan so, at arbeiði hansara forðar honum í tí - og konufólkini eru so uppsnákað sum neyvan nakað tíðarskeið fyrr.
Ella: í mong ár var tað gott latín í mongum londum í Vesturheiminum - øllum teimum, har politikarar og onnur ikki hildu seg vera líka býtt sum amerikanarar - at tað almenna skuldi í heilt stóran mun leggja seg út í gerandisdagin og lívsførsluna hjá fólki, vinnulívið og arbeiðsmarknaðin.
Í dag er øvut, vinnulívi og arbeiðsmarknaði viðvíkjandi. Um allan heim, mestsum, er tað næstan ein trúarlig fatan, at tað almenna skal halda fingrarnar so langt burtur sum gjørligt frá vinnulívinum - og arbeiðsmarknaðinum. Eisini skula fleiri og fleiri tænastur, sum vórðu hildnar at vera natúrligar at røkja hjá tí almenna, latast upp í hendurnar á tí privata. Enntá sjúkrahúsverkið.
Heilt so liberalt er tað ikki vorðið við almennari uppílegging í gerandisdagin og lívsførsluna hjá fólki. Ikki tí, royndirnar á hesum øki hava ikki bara verið góðar. Tað kendasta dømið um eitt vánaligt úrslit er rúsdrekkaforboðið í USA.
Móti endanum av 19. øld og fyrst í 20. øld gjørdist fráhaldsrørslan sterk í mongum londum. Hon stríddist fyri at fáa totalt forboð sett móti rúsdrekka, og hennara sjónarmið vunnu fram í summum londum. Ísland, Finnland, USA, allir landspartarnir í Kanada uttan ein og í eitt styttri tíðarskeið Russland settu rúsdrekkaforboð í gildi. Aðrastaðni, eitt nú í Noregi og Svøríki, vórðu aðrar avmarkingar gjørdar, men ikki forboð.
Í 1922 var fólkaatkvøða í Svøríki um at seta rúsdrekkaforboð í verk. Ein tepur meiriluti var ímóti. Úrslitið hevði ávirkan á forboðslondini, har tað totala forboðið ikki hevði riggað. Fólk løgdu ikki av at drekka, hóast tað var forboðið. So við og við vórðu forboðslógirnar settar úr gildi.
Men tá var skaðin hendur, í hvussu so er í USA. Mafiosar av Sisilia vóru komnir til USA og framdu brotsmannavirksemi har á sama hátt sum heima, men ikki fyrr enn í forboðstíðini fingu teir rættiliga høvdið fyri seg. Ólóglig framleiðslan av brennivíni, ólógligur flutningur, ólóglig søla og ólógligar barrir vórðu samskipað um alt Amerika. Mafian var komin fyri at vera. Hon hevur síðani verið ein pestilensur í amerikanska samfelagnum.
Einki hava vit lært av tí. Nú er tað tubbakið, sum stendur fyri tørni. Sum so mangt annað hevur tann dillan sín uppruna í Amerika, har stríðið ímóti royking rættiliga varð samskipað fyri einum 10-15 árum síðani. Nú skuldi ongin festa sær í aftur. Tað varð ikki forboðið at selja tubbak, heldur ikki at roykja, men á fleiri og fleiri støðum varð forboðið at roykja.
Hesin politikkur tókti mær løgin og stundum eitt sindur láturligur, tá eg var á ST-aðalfundi í New York í ein mánað fyri 10 árum síðani. Í bygninginum, har danska ST-sendistovan helt til - einum háhúsum - var forboðið at roykja, men ST-sendiharrin loyvdi kortini, at ein stova var roykistova. Í Central Park var hvørki loyvt at roykja ella fáa sær eina øl, og tí gingu menn har við barnavogni, sum tó einki barn var í, men øl til sølu. Í tubbaksplantasjuni, sum fyrsti forsetin George Washington hevði átt, var ikki loyvt at festa sær í. Uttan fyri tann stóra bygningin hjá IBM gingu menn og royktu - 30 metrar frá húsunum ella meir.
Síðani er roykiforðið í New York og USA annars munandi víðkað. Í Írlandi kom forboð í gildi fyri nøkrum døgum síðani at festa sær í á hvørjari barr. Og soleiðis er gongdin í flestu londum: tað skal vera loyvt at roykja, bara ikki her. Og heldur ikki har. Tað man vera tað, sum kallast tekniskar forðingar.
Vit eru heldur ikki sør í Føroyum. Tað almenna hevur sett rættiliga strangar reglur í gildi. Og Strandferðslan er vist tann mest fanatiska. Har er als ikki loyvt at festa sær í innandura yvirhøvur. Um ikki so langa tíð kemur ein nýggjur Smyril, stórt skip, einar 10 metrar longri enn gamla Norrøna. Men tað er so eiðasørt, at tað ber til at finna ein krók, har roykjarar kunna festa sær í. Vilja teir hava ein guv, skula teir út í vátasletting og sjórok.
Einki hava vit lært. Rokna fanatikarnir veruliga við, at fólk leggja av, bara tí at nøkur roykiforboð verða sett í gildi? Vita teir ikki, at um allan heim og til allar tíðir hava menniskjuni notið rúsandi evni? Í Fjareystri hava fólk úr elstu tíðum notið opium, kokain og hash. Í Evropa var tað mjøður og vín. Í Amerika tubbak.
Aksjónin til frama fyri forboði nú verður fyrr ella seinni møtt við einari reaksjón. Tá fer kanska alt at verða loyvt, eisini tey rúsevni sum eru forboðin í dag. Men tá ger tað kanska tað sama, tí meðan forboðið at roykja tubbak hevur verið í gildi, eru fólk kanska farin at njóta onnur rúsevni, sum eru lættari at hava við sær allastaðni - á arbeiðsplássum sum alt annað - uttan at nakar gevur sær far um tað, verður tað notið í smáum nøgdum.
Ikki stúri eg fyri, at tubbaksforboð fer at elva til eina Mafiu í Føroyum. Men skaðin kann gerast nóg stórur kortini.
*

PS. Hetta verður ikki skrivað av tí, at eg havi brúk fyri einum liberalum tubbakspolitikki. Eg legði av at roykja fyri trimum árum síðani og havi ongar ætlanir um at byrja aftur.