Einki land hevur rætt til at steingja Hormussundið.
USA hevur sagt, at frá klokkan 15 í dag, okkara tíð, fer amerikanski herurin at steingja fyri allari skipaferðslu til og úr iranskum havnum og strandaøkjum.
Men, hetta er ikki sambært altjóða reglum.
Leiðarin fyri sjóferðslustovnin hjá ST, styttur IMO, aðalskrivarin, Arsenio Dominguez, sigur, at avgerðin hjá USA er í brot á altjóða lóg og reglur.
- Einki land hevur rætt til at forða fyri navigatión gjøgnum sund, sum verða brúkt í altjóða skipaferðslu, sigur Arsenio Dominguez sambært NRK.











