1. mars 2026 hevði Nancy Poulsen 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast í reingerðingini á sjúkrahúsinum.
Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum í dag, har Nancy eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje.
Hetta skrivar Suðuroyar Sjúkrahús á sínum vanga á facebook.
Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri helt røðu fyri Nancy og segði m.a. soleiðis:
“Í 40 ár hevur tú verið ein partur av okkara gerandisdegi her á sjúkrahúsinum. Tú hevur starvast sum gongsgenta, har tú hevur givið sjúklingum mat, tryggjað trivnaðin og syrgt fyri, at sjúkrahúsið altíð hevur verið reint og ruddiligt.
Tú hevur ikki fylt tær stóru yvirskriftirnar – men títt arbeiði hevur verið grundarlagið undir reinførinum, sum vit starvsfólk og sjúklingar hvønn einasta dag hava álit á.
Tú hevur eitt serligt eyga fyri, at alt skal vera í lagi – og hjá tær er reinføri ikki bara arbeiði, men ein stoltleiki. Tú kennir mannagongdirnar, tú fylgir teimum, og tú tryggjar, at alt gongur upp í eina hægri eind. Tað skapar dygd og trygd – bæði fyri sjúklingar og starvsfólk.
Sum álitsfólk hevur tú eisini víst styrki. Tú torir at siga frá, tá ið okkurt er, sum ikki eigur at vera – og tú gert tað á ein virðiligan og sakligan hátt. hetta krevur bæði dirvi og skil, og tað er ein eginleiki, sum hevur stórt virði.”
Síðan handaði hann Nancy Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.
Aftaná helt Rannvá Schrøter, deildarleiðari á Tænastudeildini røðu og handaði Nancy gávu frá starvfólkunum á Tænastudeildini.
Borðreitt varð við leskiligum munnbitum, køkum og kaffi fyri familju og starvsfólki, og nógv nýttu høvið at heilsa uppá Nancy hesa løtuna.
Vit ynskja Nancy hjartaliga tillukku við 40 ára starvsdegnum og Den Kongelige Fortjenstmedalje, og takka fyri trúgvu tænastuna og góða samstarvið øll hesi árini.












