Einki mál í Fuglafirði

Tað var lívligt í Fuglafirði, tá ið leirvíkingar við fylgi vitjaðu í góðveðrinum seinnapartin.

Úrslitið var málleysur javnleikur.

Í 1. hálvleiki var spælið væl skipað, meðan tað sum 2. hálvleikur leið gjørdist meiri óskipað.

Ofta verður tað sagt, at tað eru nógv kort í tøttum grannauppgerðum. Soleiðis var ikki í Fuglafirði í dag. Tríggjar ferðir vísti Jóannes Mikkelsen gula kortið, og tað var ongantíð neyðugt at taka ostaskorpuna úr lummanum.