Jóhanna Sigurðardóttir, forsætisráðharri ví Íslandi, hevur ikki tíð at tosa við útlendskar fjølmiðlar fyrr enn aftan á valið Íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, ætlar sær ikki at tosa við útlendskar fjølmiðlar fyrr enn dagin eftir altingsvalið.
Sambært íslendskum fjølmiðlum hava umboð fyri amerikonsku tíðindastovuna AP og arabiska sjónvarpið Al Jazeera biðið um samrøðu við forsætisráðharran, men uttan úrslit. Grundgevingin sigst vera, at forsætisráðharrin hevur so nógv at gera.
Andstøðan í Altinginum hevur leingi funnist at støðu forsætisráðharrans mótvegis fjølmiðlunum. Harafturat verður tað hildið vera ein veikleiki, at hon er ikki serliga stinn í enskum máli.