Einki røkist fyri loysn hjá fiskiflotanum

Fiskiflotin liggur framvegis, og í løtuni røkist einki fyri, at nøkur loysn er í ljósmála í sáttmálatrætuni millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag. Einki formelt samband hevur verið millum partarnar, síðan samráðingarnar slitnaðu nakrar dagar fyri jól

Verkfall

 

Um einki verkfall var í fiskiskipaflotanum, høvdu nøkur skip longu verið farin útaftur eftir jólahalguna.

Í fjør loystu eitt nú Polarhav og Stjørnan og Bakur og Stelkur longu 3. jóladag.

Leirvíkstrolararnir gjørdu ein rimmar túr og seldu fyri út við 2,4 miljónir krónur í Hanstholm. Polarhav og Stjørnan royndu á Munkagrunninum í hálvt fjórða samdøgur. Teir høvdu trolið úti 12 ferðir og fingu tilsamans 440.000 pund. Manningarparturin hendan túrin lá um 50.000 krónur.

Bakur og Stelkur gjørdu tveir góðar túrar um somu tíð, sum leirvíkstrolararnir gjørdu ein túr.

Tá ið Polarhav og Stjørnan komu aftur úr Hanstholm og løgdu til bryggju í Saltangará leygardagin 6. januar, komu Bakur og Stelkur aftur av øðrum túrinum.

 

Flotin liggur

Nú sáttmálastríðið millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag endaði við verkfalli nakrar dagar fyri jól, hevur einki ísfiskaskip loyst eftir jólahalguna. Allur ísfiskaflotin liggur og einastu skip, sum kunnu hugsast at vera til fiskiskap undir Føroyum, eru skip, sum slett ikki hava verið í føroyskari havn, síðan Føroya Fiskimannafelag lýst verkfall.

Stutt fyri halguna var okkurt skip framvegis til fiskiskap, og ivasamt var, um teir fóru av landinum við fiskinum. Um veiðan er løgd upp uttanlands, er hugsandi, at skip eru farin beinleiðis aftur til fiskiskap, men um so er, hava menn eisini mist jólahalguna heima við hús.

Sosialurin hevur í morgun ringt til partarnar í sáttmálastríðnum, formannin í Føroya Reiðarafelag, Viberg Sørensen og formannin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard. Vit hava eisini ringt til semingsmannin, Terja Sigurðsson.

Einasti av hesum, ið svaraði á telefonini, var Jan Højgaard.

- Einki formelt samband hevur verið millum partarnar, síðan samráðingarnar slitnaðu. Eg havi við eitt høvi møtt Vibergi Sørensen og óformelt læt eg hann vita, at vit eru til reiðar at samráðast, um Føroya Reiðarafelag heldur, at okkurt er at tosa saman um.

Jan Højgaard sigur, at einki formelt samband hevur verið millum feløginin, ei heldur millum Føroya Fiskimannafelag og semingsstovnin, síðan fiskiflotin varð lagdur.

- Vit hava landsfund í morgin, og síðan koma vit inn í vikuskiftið og nýggjárshalguna. Eg vænti tí ikki, at fiskiflotin loysir aftur í hesum árinum.

Hann væntar, at feløgini í fyrsta lagi fara at sessast aftur einaferð miðskeiðis í komandi viku, um partarnir tá meta, at okkurt er at tosa saman um.

 

Eingin leingjan

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag sigur, at felagið fer ikki at ganga við til, at oljan fer av óbýttum. So leingi, sum Føroya Reiðarafelag ikki vil sleppa hesum, heldur hann ikki, at feløgini hava nakað at tosa um. Sum er, fer oljan av óbýttum hjá línuskipum og verksmiðjutrolarum, men reiðararnir bera oljuna hjá restini av fiskiskipaflotanum.

Undir samráðingunum beyð Føroya Reiðarafelag sær eisini til at leingja verandi sáttmála, og tað merkir, at oljan ikki hevði farið av óbýttum hjá fleiri skipabólkum enn teimum verandi.

Spurningurin er so, hví formaðurin í Føroya Fiskimannafelag ikki vil leingja verandi sáttmála og soleiðis kann sleppa fiskimonnum undan luttøku í enn fleiri oljuútreiðslum.

- Nei, vit vilja ikki leingja sáttmálan í verandi líki. Vit hava havt ymisk uppskot um tillagingar og broytingar, sum vit meta skulu koma við í ein nýggjan sáttmála. Haraftrat kemur so spurningurin um eftirlønina, sum ongan veg er komin.

Jan vísir á, at eitt av málunum, sum felagið hevur reist, er spurningurin um túralongd.

- Yvirmenninir hava í sínum sáttmála, at túralongdin hjá teimum í mesta lagi er hálvan triðja mánaða, meðan túralongdin hjá okkara limum í mesta lagi kann vera tríggjar mánaðir.

 

Protokollátini

Jan Højgaard heldur ikki, at nógvur dugur er í teimum protokollátum, sum feløgini hava gjørt sínámillum.

- Nú samráðingar hava verið, hevur fleiri ferðir verið vent aftur á protokollátið um møguliga luttøku hjá manningini í hækkandi oljuútreiðslunum, men eg haldi ikki, at vit eiga at taka hetta fyri meira, enn tað er. Feløgini hava gjørt nógv protokollát av ymiskum slagi, eisini protokollát, sum áttu at tænt fiskimonnum til fyrimunar, men vit hava einki sæð til, at reiðararnir hava kenst seg bundnar av hesum.

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag vísir á, at tá ið protokollátið um olju á sinni kom í sáttmálan, varð hetta smoygt niðuryvir høvdið á stjórnarlimunum í felagnum.

- Tað stóð í botni, og hetta var uppundir endan av samráðingunum. Stjórnarlimirnir hjá okkum góðtóku fyri frið skuld at taka hetta við í seinasta sáttmálan, sigur Jan Højgaard.