Jóan Símun Edmundsson er við aftur, eftir at hann sat uttanfyri móti Finnlandi við leikbanni. Hesa ferð ætlar hann ikki tíðliga í brúsu aftur.
Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson við at trýsta á pílin undir myndini
- Vónandi komi eg av vøllinum við eini betri kenslu hesaferð, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Útvísingin móti Norðurírlandi hevur tó ikki fylt so nógv í høvdinum á framherjanum á landsliðnum.
- Eg hugsaði nógv um tað eftir dystin, og dagin eftir. Síðani havi eg bara hugsa um framtíðina. Eg skuldi spæla við Vejle tveir dagar seinni, sigur Jóan Símun Edmundsson.
Jóan Símun Edmundsson greiðir eisini frá støðuni í Vejle, sum í løtuni er við í uppflytingarstríðnum í næst bestu deildini í Danmark.