Einki roks frá Eager To Please

Eager To Please borðreiddi við einum massivum veggi av ljóði, tá bólkurin fylti Flagsteltið við sínum harða rokki. Hóast teltið var minnið enn hálv fult av fólki, meðan Eager To Please spældi, var ljóðmyndin so ógvislig, at teltið var fylt á tremur av henni. Fyri einaferð skuld ljóðaði tað væl í hesum ofta so svikaliga telti.

 

Tónleikurin var ein long røð av teirra egnu løgum, ið eru at finna á teirra fyrstu fløgu, ið kom í handlarnar fyrr í summar, umframt okkurt, ið teir ikki hava útgivið enn. Hetta er rokkur uttan so nógv hóvasták, við rót í rokkinum í sjeyti- og áttatiárunum. Rokkur, ið klæðir væl at verða spældur live og væl, og hetta megnaði Eager To Please til fulnar.

 

Botnurin koyrdi sum ein damptrumla, undir sangi og gittarum, ið eisini vóru sera væl spældir og væl hjálpt av góðum ljóðarbeiði gav hetta løgunum optimalar umstøður.

 

Løgini hava tó nakrar veikleikar, ið forðaðu konsertini, ið veruliga at fáa luft undir veingirnar. Hetta er øgiliga klassiskur popputur hard rokkur, sum vit kenna hann frá hópin av bólkum. Hetta setur sjálvandi stór krøv til kompositiónirnar, ið lætt kunnu enda sum vánalig avrit av øðrum løgum. Á melodi síðuni megnar Eager To Please ikki at liva upp til hesi krøv. Melodiirnir eru ikki nóg fangandi til, at tú fellur fyri teimum, men nóg banalir til at tú troyttast skjótt av teimum,. Hetta er synd fyri ein so væl spælandi bólk, ið antin átti at fingið sær hjálp við lagskrivingini, ella bara dyrka tað at spæla lániløg og geva teimum ein Eager To Please dám.