Badmintonspælararnir hava spælt nógvar dystir síðani sunnudagin og fram til í dag, tá blandaðu tvímansleikirnir verða spældir.
Tað hevur gingið upp og niður hjá okkara badmintonfólkum. Í gjár skrivaðu vit um Ragnar Rasmussen, sum fekk eitt frálíkt úrslit móti einum av favorittunum av Gotlandi.
Venjarin Gunnar Gregoriussen er eisini sum heild nøgdur við tað, sum er fingið burtur úr á Gotlandi.
Vit prátaðu við hann mikudagin, tá tvímansleikirnir vóru lidnir, og bert blandaðu tvímansleikirnir restaðu í. Har vóru vónirnar ikki serliga stórar, og tí bar hampuliga væl til at gera støðuna upp, nú tað fer at líða móti endanum við oyggjaleikunum.
Byrjað varð sunnudagin við liðkappingini.
? Eg eri rímiliga væl nøgdur við liðkappingina. Vit blivu útsligin av Jersey, sum hevur vunnið gull hvørja einastu ferð á leikunum, haldi eg. Og vit vóru tey einastu, sum góvu teimum veruliga mótstøðu, og harafturat hølvaðu vit Áland av, so tað var ikki so galið, segði Gunnar Gregoriussen, sum eisini vísir á, at føroyingar vóru eitt sindur óhepnir í lutakastinum, sum gjørdi, at tey møttu Jersey so tíðliga í kappingini.
Einstaklingarnir
Tá vit spyrja um einstaklingakappingina, sigur Gunnar seg vera sera væl nøgdan.
? Allir menninir komu víðari, og tað var ógvuliga gott, ikki minst hjá teimum ungu og nýggju, sum nú hava roynt hvussu tað er at vinna og sleppa víðari, segði badmintonvenjarin.
? Serliga sigurin hjá Ragnari móti manninum av Gotlandi, sum var ein av favorittunum, var sera gott. Vit satsaðu eitt sindur við at lata teir bestu menninar hvíla í tí eina liðdystinum, sum einki hevði at siga kortini, segði Gunnar Gregoriussen og legði afturat, at hann sum heild er ógvuliga væl nøgdur við avrikini hjá teimum nýggju leikarunum.
Bert Erland Poulsen og Ingun Hansen hava fyrr roynt seg á oyggjaleikunum, meðan hinir seks spælararnir allir eru nýggir á liðnum.
? Erland kom í fjórðingsfinaluna, har hann spældi móti einum av teimum allarbestu spælarunum, sum ongantíð ger nakrar feilir. Erland spældi upp ímóti honum í fyrsta setti, men gjørdi nakrar býttar feilir í seinna settinum, og tað kostar sera nógv í eini so sterkari kapping, segði Gunnar.
? Hjá kvinnunum gekk tað minni gott. Eg hevði satt at siga roknað við meira frá Ingun, men hon fann als ikki sítt spæl fram. Ikki tí, onkrar komu víðari, men hinar kvinnurnar í kappingini eru snøgt sagt so nógv sterkari.
Tvímansleikurin
Mikudagin var tvímansleikur, og her segði Gunnar seg vera ógvuliga vónbrotnan.
? Eg eri ógvuliga vónsvikin, men aftur her var tað eitt ringt lutakast fyri okkum, men soleiðis er tað, og tað kanst tú ikki verja teg fyri ella mótmæla. Erland og Ragnar trektu favorittarnar beinanvegin og sluppu tí ikki at spæla ein »lættan« tvímansleik fyrst fyri líkasum at koma í gongd, og tað var óheppið, segði Gunnar.
Blandaður tvímansleikur skuldi vera hósdagin (í dag), men her vóru vónirnar einki serligar.
? Har standa vit helst veikast. Tað er ikki serligur áhugi millum spælarar í Føroyum fyri blandaðum tvímansleiki og tvímansleiki yvirhøvur. Bretsku oyggjarnar ganga hinvegin høgt upp í tvímansleikin, so har er helst lítið og einki at gera.
Á badmintonlandsliðnum eru sum sagt seks »nýggir« spælarar, og Gunnar Gregoriussen sigur, at sum heild er hann positivt yvirraskaður av, at tey komu so langt í einstaklingakappingini, serliga tá hugsað verður um, at tað er so nógv nýtt fólk við.
Grannasamstarv á veg
Gunnar Gregoriussen heldur, at badmintonítrótturin í Føroyum hevur eina góða framtíð.
? Vit hava nógvar góðar heilt ungar spælarar í Vestmanna, og eg ivist ikki í, at um eini 4-5 ár fer VÍF veruliga at geva HBF kapping, serliga hjá kvinnunum, sigur landsliðsvenjarin. Men hann heldur, at tað skal arbeiðast meira miðvíst, um vit veruliga skulu gera okkum galdandi í badminton í oyggjaleikahøpi.
? Badmintonsambandið má gera eina venjingarætlan. Tað er ov lítið at gera tíðarætlan fyri eitt hálvt ár upp til oyggjaleikirnar. Tað hevur so sera stóran týdning at arbeiða miðvíst, og hálvt ár er ov stutt at arbeiða út frá.
Gunnar Gregoriussen vísir á, at tað sjálvandi eisini er ein spurningur um pengar, men hann greiðir eisini frá, at ætlanir eru um at samstarva við Hetland og Orkneyoyggjarnar, og at grønlendingar eisini eru áhugaðir.
? Hetta samstarvið kundi verið eina ferð um árið, ella kanska enntá tvær ferðir um árið við Hetland, sum jú ikki er so langt burturi, sigur Gunnar Gregoriussen, sum vísir á, at tað hevur sera nógv at siga, at føroysku badmintonspælarar eins og so nógv onnur ítróttarfólk fáa høvi at kappast móti ítróttarfólkum úr øðrum londum so ofta sum gjørligt. Føroysku badmintonspælararnir hava vant nógv og spæla grand prix kapping næstan hvørt vikuskiftið, men tey spæla alla tíðina móti teimum somu, og tað gevur ikki so nógv í longdini.
Eiga at fáa
útlendskan venjara
Gunnar Gregoriussen gevst nú sum venjari hjá badmintonlandsliðnum.
? Eg haldi, at avrikini her á Gotlandi við nýggja liðnum eru nakað, sum byggjast kann víðari uppá. Tað rættasta nú hevði verið at fingið ein góðan útlendskan venjara at tikið sær av liðnum.
Gunnar heldur, at tey stóru badmintonfeløgini og badmintonsambandið í felag kundu rindað lønina hjá honum, og kanska kundi hann eisini fingið okkurt hálvtíðarstarv onkustaðni.
? Hann kundi verið venjari hjá landsliðnum og hjá onkrum av feløgunum, t.d. í Vestmanna ella í Havn ella í Fuglafirði, har tað eisini verður arbeitt við at byggja badminton upp. Men alt kostar sjálvandi pengar, og har fær badmintonsambandið ikki serliga nógv.
Gunnar Gregoriussen heldur annars, at umstøðurnar á Gotlandi hava verið í lagi, hóast tær ikki eru so góðar sum eitt nú í Havn ella á Jersey í 1997.
? Gólvið í høllini er eitt sindur hart, men eg haldi ikki, at vøllurin hevur skyldina av nøkrum, tí tað er tað sama fyri øll, uttan Gotland sjálvandi, tí teir eru á heimavølli, sigur Gunnar.