Einki ítøkiligt tilboð er komið upp á at varpa út frá Betri deildini í norskum sjónvarpi.
Tað sigur stjórin í Televarpinum, Edvard í Skorini Joensen, í stuttari viðmerking, eftir at NRK í gjár hevði grein um áhugan fyri føroyskum fótbólti, nú alt annað liggur stilt.
Á NRK verður ró uppundir, at tað hevði verið áhugavert at varpa út føroyskan fótbólt, tí aðrar deildir í Evropa liggja stillar orsakað av koronavirus.
Betri deildin fer kortini av bakkastokki 9. mei, og tí kundi tað verið eitt alternativ, helt ítróttarredaktørurin á TV2 Sport, Vegard Jansen Hagen.
Televarpið, sum eigur rættindini til Betri deildina, hevur kortini ongan ítøkiligan fyrispurning fingið, og tað er ikki so, at loypast skal útí frá føroyskari síðu, staðfestir Edvard í Skorini Joensen.
Hann sigur, at tað er sjálvandi áhugavert, at onnur vilja varpa út føroyskan fótbólt, men at tað er vandi fyri, at krøvini til framleiðsluna vera rættiliga stór.
– Vit hava í løtuni eina einfalda framleiðslu. Um útlendingar koma uppí, so kann vera, at teir koma við nýggjum krøvum, og so skal hetta ganga fyri seg í nakrar fáar vikur, sigur Edvard í Skorini Joensen, sum leggur dent á, at tað gevur lítla meining at gera íløgur í størri framleiðslu fyri løtuvinning.
– Eg skilji, at tað manglar ítróttur, men hetta er eitt tekin uppá, at tað manglar okkurt hjá teimum. Tá Tippeligan og Premier League kemur upp aftur at standa, so hvørvur áhugin fyri føroyska fótbóltinum rímiliga skjótt, sigur Edvard í Skorini Joensen.