Eins torført og væntað

Frá at vera ein av føstu limunum í danska dynamittinum í áttatárunum, er Per Friman í dag stjóri hjá AB.

Spurdur um hann eftir dystin hóskvøldið hevði fingið eina øðrvísi fatan av føroyskum fótbólti enn hann hevði fyri 14 døgum síðani segði hann, at tað hevði hann sum so ikki:

- Eg hevði sæð fleiri dystir við føroyskum liðum áðrenn 8-0 sigurin hjá okkum, og eg varð als ikki bilsin av, at B36 í dag sýndi nógv betri spæl enn fyri 14 døgum síðani, helt hann fyri, tá hann varð spurdur, um AB kanska hevði undirmett B36 grundað á stórsigurin í fyrra dystinum.


Rósti mótstøðumonnunum

Heilt nøgdir um spælilð hjá egnu leikarum sínum tóktist Per Friman ikki at vera, og hann vísti eisini á, at teir alt ov ofta framdu óneyðug mistøk, tá bólturin skuldi spælast frameftir.

Hinvegin rósti hann eisini føroysku mótstøðumonnunum, tí hann eisini, at fleiri av AB mistøkunum stóðust av, at B36 í nógv størri mun megnaði at trýsta AB í hesum dystinum:

Eg haldi at B36 eigur stóran heiður av dystinum, og at teir eisini kunnu vera ernir um avrikið. Sjálvandi er man ikki heilt nøgdur, tá talan er um tap, men teir megnaðu at gera uppgávu okkara júst so torføra, sum eg hevði roknað við. Í verjupartinum vóru teir væl skipaðir, og tá talan er um somikið stórar leikarar, nyttar tað okkum einki at senda høgar bóltar móti brotsteiginum. Eisini megnaðu teir at leggja eitt hampuligt trýst á okkum seinastu løtuna, og móti endanum kundu teir eisini havt javnað til 1-1, um ikki málverji okkara hevði komið somikið væl út moti B36 áleyparanum (Magna á Lakjuni).


Týdningarmikil sigur

Undan dystinum varð í fleiri donskum bløðum skrivað, at hóast AB at kalla hevði tryggjað sær víðari luttøku, so var tað av alstórum týdningi fyri danskan fótbólt, at teir eisini vunnu dystin á Tórsvølli. Hetta fyri at tryggja nøkur stig til UEFA roknskapin, sum er galdandi, tá avgerast skal, hvussu nógv lið einstøku londini fáa við í europeisku kappingarnar.

Spurdur um hetta hevði nakað at siga, svaraði stjórin, at tað hevði tað so avgjørt:

- Hetta var eisini nakað, sum vit royndu at siga leikarunum í dagarnar upp til dystin. Frá okkara síðu varð uppgávan tikin sera álvarsliga, og at vit góvu fleiri av føstu monnunum frí, komst ikki av, at vit bara vildu taka tað róligt.

Hann vísti í hesum sambandi á, at bæði Michael Johansen og Brian Sten Nielsen hava smávegis skaðar at dragast við, og at hetta var orsøkin til, at teir ikki vóru á vøllinum í dag.


Komandi stórfelag

AB er annars eitt av teimum feløgum, sum veruliga hevur gjørt um seg í donskum fótbólti seinastu árini.

Tað eru ikki meira enn góð trý ár síðani, at felagið var í stórum vanda fyri niðurflyting. Um ársskiftið 97/98 settu teir so »Besta venjaran í Danmark (Christian Andersen)« í starv, og síðani hevur bara gingið framá.

Felagið er í dag eitt partafelag, sum við at fara á partabrævamarknaðin fekk einar 80 mió.kr. í eginpeningi. Sostatt gjørdist felagið brádliga eitt av teimum ríkastu í landinum, og hóast Christian Andersen seinni rýmdi til FCK, hevur hetta ikki nervað ítróttarligu gongdina í felagnum.

Per Friman hevur verið við í stórum parti av hesari framgongd, og hann dylur heldur ikki fyri, at hetta hevur verið ein spennandi tíð.

Spurdur, hvørji mál teir hava í framtíðini, og hvussu langt teir eru ávegis í hesum, svarar hann, at mál teirra er at vera við í toppinum av donskum fótbólti, umframt at verða ein »faktor« í europeiskum høpi.

- Fyrsta partinum av hesum hava vit longu partvíst rokkið, tí tey bæði seinastu árini hava vit verið millum trý tey fremstu í Danmark. Hvussu verður við hinum, er ringt at seta nakað áramál á. Eru vit hepnir við lutakasti og øðrum, kunnu vit væl koma væl áleiðis í ár, tí leikarahópurin er so avgjørt millum teir bestu í Danmark, og við fleiri landsliðsleikarum í hópinum, hevur liðið eisini tær royndirnar, sum eru so týdningarmiklar í hesum sambandi.

Ein stórur partur av hesum veldst tó um hepni, bæði í lutakasti og dystum. So er bert at vóna, at vit duga nóg væl at finna fram til hetta hepni, varð seinasta viðmerkingin vit fingu frá fyrrverandi landsliðsleikaranum, áðrenn vit ynsktu honum góða eydnu í víðari ferð teirra móti fótbóltstindunum.