HB-Royn 5-0 (2-0)
Tá Royn fyri viku síðani tapti fyri EB/Streymi, vóru fleiri hvalbingar, sum hildu fyri, at leikarar teirra høvdu ein stóran trupulleika framman fyri mótstøðumálinum.
Í dystinum móti HB varð hesin trupulleikin eisini staðfestur, og sum dysturin leið, tóktist tað eins og leikararnir hjá Royn vóru nervaðir av hesum.
Høvdu møguleikarnar
Hóast tølini boða frá einum greiðum heimasigri, so var tað nevnliga Royn, sum fyrstu løtuna hevði greiða yvirvág, bæði í spæli og møguleikum.
Einar tvær ferðir var eisini talan um risa møguleikar, har bólturin nærum dansaði inni á HB mállinjuni, men brádliga tók dysturin eina knappa vend.
Uni Mortensen fekk bóltin á miðjum vølli, og uttan at steðga á, helt hann beina leið fram við fleiri Royn leikarum, áðrenn hann einsamallur við málverjanum setti bóltin trygt í netið.
Royn royndi framvegis at trýsta, men tóktist sum broddurin var farin av trýstinum, og stutta løtu seinni varð støðan 2-0 til heimaliðið.
Hetta hendi eftir at Eyðun Højgaard hevði drigið framvið eini sera passivari Royn verju, áðrenn hann trillaði útfrá til Pætur Dahl, sum einsamallur kundi seta bóltin í netið.
Mistu móti
Eftir hetta mistu hvalbingarnir fullkomuliga móti, og í seinna hálvleiki tóktist spurningurin bert vera, hvussu stórur sigurin hjá heimaliðnum skuldi verða.
Klaksvíkingurin á liðnum, Johan Lützen, gjørdi tað til bæði 3- og 4-0, áðrenn Eyðun Højgaard setti punktum við málinum til 5-0.
Verður støðið tikið í byrjanini av dystinum, er einki at ivast í, at hvalbingarnir iðra seg um tapið, tí kendu teir sína vitjunartíð kundu tað eins væl verið teir, sum vunnu stórsigur. Nú gjørdist støðan hin øvugta, og sum dysturin leið kundi sigurin væl verið nógv størri.
HB liðið sýndi í øllum førum, at teir hava fleiri góðar einstaklingar á liðnum, sum meira ella minni megna at avgera ein dyst, og í hesum føri var tað eisini nóg mikið til at ogna sær stigini.
Enn munnu teir tó ikki hóma nøkur heiðursmerki í havnarfelagnum, men tykist í øllum førum nóg sterkt til at kunna halda sessin í deildini, og hetta man helst eisini vera aðalmálið, soleiðis at teir næstbestu spæla á einum so høgum støði sum gjørligt.
HB-Royn 5-0 (2-0)
1-0 Uni Mortensen
2-0 Pætur Dahl
3-0 Johan Lützen
4-0 Johan Lützen
5-0 Eyðun Højgaard