Tvær ferðir varð kappingin avlýst fyri veður, og tá hon endiliga var gjøgnumførd leygardagin, var veðrið nú heldur einki at reypa av. Gamaní, vóru hálkan og kavin ikki nakar trupulleiki, men hinvegin var nógvur vindur ? og hann var ímóti allan samlan teinin, frá startinum og til málið!
Tá starturin gekk einar 500 metrar inni á Funningsfjarðarvegnum, vóru 24 mannfólk og eitt konufólk til reiðar at herja á teir 21,1 kilometrarnar, sum teinurin fevndi um ? umvegis niðara Søldarfjarðarvegin og Fjørðuvegin í Runavík ? út á málið á Toftakei.
Beinanvegin sást, at Eirikur Hansen, Andrass Joensen og Jonhard Larsen vóru teir, ið løgdu mest fyri, og teir tríggir vóru eisini fremstir mestsum allan vegin. Tá avtornaði, vóru tað eisini teir, ið endaðu á sigurspallinum við ávikavist gull-, silvur- og bronsumerkjum.
Andrass Joensen vann somuleiðis innanhýsis kappingina hjá veteranunum framman fyri Dan Knudsen og Óla Jákup Kristoffersen, og hjá superveteranunum var Ólavur Herup Olsen framman fyri Regin Jóanesarson. Helga Súsanna Johansen var einasta kvinnan, og gjørdist hon tí vinnari har ? enntá við einari heilt góðari tíð, hóast tað annars ikki eyðkendi kappingina leygardagin.