Eisini danir í Føroyum skulu boða frá grind

Tað er ikki ofta, at Høgni Hoydal og Jacob Vestergaard eru so rørandi samdir, men tað eru teir í hesum føri

Skyldan at boða frá grind, skal eisini umfata tey, sum eru í Føroyum í arbeiðsørindum fyri danska statin.

 

Tað eru Høgni Hoydal, núverandi landsstýrismaður í grindaveiðimálum, og Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður á økinum, og núverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, rørandi samdir um.

 

Nú grindalógin enn einaferð er til viðgerðar, hevur Fútin heitt á landsstýrið um at seta í lógina, at danskir myndugleikar í Føroyum skulu ikki verða umfataðir av skylduni at boða frá grind, skuldi  starvsfólk hjá danska statinum komið soleiðis fyri, at tey sóu eina grind.

 

Tað stendur í grindalógini, at tey, sum síggja eina grind, hava skyldu at boða frá henni. Men í fyrstu syftu er ongin revsing fyri at lata vera.

 

Tað verður bara revsivert at lata vera við at boða frá grind, tá ið somu fólk, sum síggja eina grind, fara at reka hana, ella á annan hátt, órógva grindadrápið.

 

Fráboðanin er sostatt partvís ein moralsk skylda, tí grind hevur stór virði. Men fráboðanarskyldan skal eisini tryggja, at myndugleikarnir koma upp í sum skjótast og fáa fyriskipa rakstur og dráp eftir forskriftunum.

 

Men Fútin heldur altso ikki, at danskir myndugleikar eiga at vera partur av hesi fráboðanarskylduni. Hann heldur hinvegin, at danskir myndugleikar eiga at virða altjóða sáttmálar, teir hava bundið seg til at halda, um ikki at drepa hval.

 

Tað eru føroyskir politikarar ósamdir í.

- Gert tú eina lóg, má grundreglan vera, at hon vera galdandi fyri øll, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

- Tað ber ikki til at gera ymiskar lógir til ymiskar samfelagsbólkar, og sjálvandi skulu danskir myndugleikar hava somu skyldu at boða frá grind, sum øll onnur hava, sigur hann

 

Og Jacob Vestergaard er púra samdur

- Ein lóg í Føroyum skal vera galdandi fyri øll, eisini tey, sum arbeiða hjá danska statinum, tað sigur seg sjálvt, sigur hann.