- Eitt aggressivt álop á okkum

Tað sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Marine Harvest Faroes, um royndina hjá Bakkafrost at keypa seg inn í kappingarneytan.

Fríggjadagin í síðstu viku boðaði Bakkafrost keypsskálunum frá, at felagið hevði keypt 27 prosent av partabrøvunum í Marine Harvest Faroes frá Eik Banka. Prísurin var 54 milliónir krónur.

Keypið var tó treytað av, at norska móðirfelagið Marine Harvest ASA ikki nýtti sín forkeypsrætt.

Norski alirisin eigur framman undan 73 prosent av partabrøvunum, og um vikuskiftið gjørdi felagið av at brúka sín forkeypsrætt og keypa tey írestandi 27 prosentini frá Eik Banka.

- Vit ynskja sjálvandi ikki at hava ein kappingarneyta inni í okkara fyritøku. Tað hevði givið teimum atgongd til alla vitan um fyritøkuna, umframt nevndarsess, og tað vilja vit ikki hava, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Stjórin í Marine Harvest Faroes tulkar stigið hjá Bakkafrost soleiðis:

- Hetta er eitt aggressivt álop á okkara fyritøku. Vit vistu einki frammanundan, og sjálvandi órógvar tað fyritøkuna, tá slíkt hendir.

Ásetingar í alilógini um útlendskan ognarlut forða Marine Harvest Faroes í at veksa meira í Føroyum. Felagið kann ikki fáa fleiri aliloyvi.

- Sjálvandi vildu vit ynskt at sloppið at veksa meira í Føroyum. Tað gongur væl í Føroyum, og Marine Harvest ynskir at vera verandi. Tað haldi eg at keypið av írestandi 27 prosentunum av partabrøvunum í fyritøkuni prógvar, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Vit spurdu Hans Jákup Mikkelsen, stjóra í Marine Harvest Faroes, hvat hann meinar við, tá hann skýrir keypsroyndina at vera eitt aggressivt álop. Hoyr samrøðuna her: